Fótbóltslegenda fyllir runt

Ryan Giggs er framum allar aðrar spælarin, sum hevur myndað ensku Premier League. Í dag fyllir hann 40 ár

 

 

Giggs er einasti spælarin, sum hevur spælt øll árini, sum fremsta enska deildin hevur itið Premier League. Hann hevur eisini skotið mál í hvørjum einasta av hesum kappingarárunum, og við liðfeløgunum í Manchester United hevur hann vunnið alt tað, sum ein fótbóltsspælari kann droyma um. Í øllum førum, tá talan er um felagsfótbólt, tí við landsliðnum hevur hann ongantíð vunnið nakað. Giggs er nevnliga úr Wales, og tí hevur hann ongan tíð verið partur av einum endaspæli. Tó var hann liðskipari á stórbretska liðnum til OL í fjør, og var hann tá eisini liðskipari.

 

Fyrsta dystin fyri besta liðið hjá Manchester United spældi hann longu í 1991, og við skjótleika og kvikum driblingum vísti hann longu tá øllum heiminum, at her var nakað heilt serligt í væntu. Hann hevur kanska ikki longur ferðina, sum hann hevði tá, men fótbóltsheilin ber við sær, at hann hevur umstillað seg til aðrar leiklutir á liðnum, og í dag er tað ofta á verjukenda miðvøllinum, at hann ger um seg. Eitt nú sum mikukvøldið, tá hann átti sín stóra lut í rimmar 5-0 sigrinum hjá Manchester United á útivølli móti Bayer Leverkusen.

 

Giggs, sum í dag fyllir 40 ár, hevur langt síðani sett dystarmetið í Manchester United, og í løtuni er hetta metið 954 dystir. Hann hevur millum annað vunnið Premier Leauge 13 ferðir, tvey Champions League-heiti, fýra FA-Cup og fýra liga-cup. Í ár er hann eisini partur av venjaratoyminum í Manchester United, sum er einasta felagið, ið hann hevur umboðað, síðani Sir Alex Ferguson afturi í 1986 var á gátt hjá mammuni heima í Wales, tí skotin ynskti, at Giggs gjørdist partur av framtíðini í Manchester United.

 

Í brotinum omanfyri síggjast nøkur av kynstrunum, sum Giggs hevur víst á vøllinum millum ár og dag.