Fótbóltsfjepparar skutu eftir hvørjum øðrum

(Frá Rás2) Bogi Simonsen, John Andersen, Rúni K. Joensen og Eyðun Thorgeirsson skutu við skørpum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel á Rás2, sum var heilt øðrvísi enn vanligt.

 

Heri Simonsen hevði mannað fótbóltspanelið við fýra kendum fjepparum, sum allir vóru væl fyri, og vóru í góða og humoristiska lagnum, og teir skutu við skørpum eftir hvørjum øðrum.

 

Luttakararnir vóru Bogi Simonsen (B36) og John Andersen (NSÍ), sum síggjast á myndini. Eisini tóku Rúni Klein Joensen (Víkingur) og Eyðun Thorgeirsson (KÍ) lut. Teir báðir vóru gjøgnum pr. telefon.

 

Teir fýra fjepparanir komu eisini við sínum boðum um hvør fer at verða í topp 4 í effodeildini í ár, og teir komu eisini við einum boði um hvør fer at flyta niður í 1. deild.