Fótbóltsbreyt í Klaksvík

Jákup Mikkelsen verður høvuðsvenjari, tá skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík nú fer undir fótbóltsbreyt

Í Havn er fótbóltsbreytin nú annað árið á rað ein møguleiki hjá fótbóltshugaðum næmingum, og nú bjóðar skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík sama møguleika.

 

Har verður tað eingin annar enn fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, sum verður høvuðslærari hjá flokkinum, sum 6 tímar um vikuni hevur fótbólt á skránni.

 

Á heimasíðu sínari skrivar skúlin á Ziskatrøð, at áhugin fyri nýggju breytini er sera stórur, og at áhugin er frá næmingum bæði í og uttanfyri Klaksvík