Fótbóltsblaðið til øll

Í dag kemur stóra fótbóltsblaðið hjá ÍtróttarSosialinum út – til øll!

Sosialurin mikudag verður borin út í hvørt hús í landinum. Hesa ferð fylgir Fótbóltsblaðið við ókeypis.

 

Talan er um árliga fótbóltsblaðið hjá ÍtróttarSosialinum, sum kemur út fyri 17. ferð. Í blaðnum eru samrøður við aktuellar persónar í øllum feløgunum í Effo-deildini, umframt at støðumeting verður gjørd av øllum feløgunum.

 

Vit hava allar hóparnar, sum teir eru beint nú, og í miðjuni í blaðnum finnur tú leikskránna fyri kappingarárið 2016. Hon er klár at taka úr blaðnum og hanga upp, so tú kanst fylgja við gongdini í kappingarárinum.

 

Les millum annað samrøður við spaniólarnir í B68, nýggja venjaran hjá NSÍ og TB, Paula G. Hansen, sum hevur funnið gaggurnar fram aftur og um Heðin Klakstein, ið sat eyka tá kappingarári í fjør byrjaði.

 

Eisini eru samrøður við Sámal Erik Hentze, Rók av Fløtum Jespersen, Høgna Madesen, Trygva Mortensen og Jógvan Martin Olsen.

 

Fótbóltsblaðið er ókeypis.