Fosturtøkukjakið kyknað aftur í Danmark

So er kjakið um sonevndu seinu fosturtøkurnar aftur kyknað í Danmark. Ein spildurnýggj frásøgn frá Sundhedsstyrelsen vísir, at alt fleiri kvinnur søkja um fosturtøku eftir 12. viku, og vanligasta orsøkin til hesar seinu fosturtøkurnar er, at barnið sær út til at fáa okkurt brek ella sjúku. Tølini vísa eisini, at fleiri enn 90% av teimum, ið søkja, fáa játtað at fáa seina fosturtøku. Eisini hóast vandin fyri, at fostrið hevur brek ella sjúku, bert er heilt lítil, millum 5-10%.

Tí er kjak nú kyknað um, hvørt markið fyri fríari fosturtøku skal flytast frá 12. og upp í 22. viku, eftirsum tann seinasta fostur-skanningin liggur millum 19.-og 21. viku.

Kjakið í Danmark fevnir eisini um, hvørt tað nú skal vera møguligt hjá foreldrum at geva fostrium eina sproytu av saltvatni, sum skal gera, at fostrið doyr, áðrenn tað verður tikið. Og í hesum sambandi verður eisini kjakast um, hvørt fostur kenna pínu.

Sum er, sær ikki út til, at meiriluti fæst fyri at flyta markið fyri fosturtøku úr 12. og upp til 22. viku. Og í sambandi við deyðilgu sproytuna hevur Etiska Ráðið víst á, at tað minnir óhugnaliga nógv um aktiva deyðshjálp. Tey, ið eru fyri srpytuni siga hinvegin, at sum er, eru fleiri fostur, sum liva í tímavís eftir, at tey eru tikin. Tí vildi tað lætt um fyri allar partar, um fostrið longu var deytt, tá tað kom út.

Men enn er eingin niðurstøða komin í kjakinum, og sum skilst ganga bylgjurnar ógvuliga høgt, tí ósemjan í málinum er stór.