Fosturtøka á skránna 8. mars

Á altjóða kvinnudegnum skipar KvinnufelagSamskipan Føroya og Kvinnufelagið í Havn fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum. Millum annað verður orðaskifti um fosturtøku á skránni Í tíðindaskrivi, siga feløgini, at 8. mars hátíðarhaldið byrjar í forhøllini í Norðurlandahúsinum klokkan trý, har Amnesty International hevur framsýning um

iranskar kvinnur. Her verða eisini tónleikur og okkurt drekkandi og myndaframsýning av føroyskum undangongukvinnum.

Frá kl. 15.30 til umleið kl. 17.30, verður orðaskifti um fosturtøku, har

evni verður lýst frá ymiskum sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum,

eitt nú tí juridiska, læknafrøðiliga, kristiliga, tí samfelagsliga og

persónliga sjónarmiðnum.

Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna í Rás2 verður fundarstjóri.

Aftan á pallborðsorðaskiftið verður buffet.

Kostnaður fyri tiltakið um dagin er 150 kr.

Um kvøldi, klokkan 19.30, byrjar sjónleikurin Ibsens kvinnur við tí norsku

sjónleikarkvinnuni Juni Dahr. Norðurlandahúsið selur atgongumerki undan

sýningini. Kostnaður fyri leikin er 125 kr.