Fosturtøka skal ikki bannast í Føroyum

Hinvegin eiga vit at tryggja okkum, at ongin kvinna skal noyðast at fáa fosturtøku av sosialum orsøkum

– Eg taki ikki undir við at fosturtøka í Føroyum verður bannað.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum, nú ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, ið nevnist Sosialistisk Ung, hevur sett sær fyri at virka fyri fríari fosturtøku.

 

 

Les eisini: Vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

 

 

Landsstýriskvinnan sigur, at kvinnur kunnu vera í so truplum støðum, at tað rætt og slætt ikki ber til at hava eitt barn.

 

Hinvegin heldur Sirið Stenberg sær ikki til at siga um vit skulu hava fría fosturtøku, tí tað er ein ómetaliga torgreiddur spurningur.

 

– Tað er ringt at hava eina avgjørda meining um spurningin. Men skal eg velja ímillum at banna fosturtøku, ella at vit fáa fría fosturtøku, haldi eg, at fosturtøka skal vera frí, leggur hon afturat.

 

Samstundis leggur hon dent á, at vit mugu ikki koma í ta støðu, at fosturtøka fer at vera brúkt sum fyribyrging, og tí skal endamálið hjá politikarum altíð vera, at talið á fosturtøkum er so lágt, sum gjørligt.

 

– Vit eru í teirri støðu, at upp á seg eru nógv færri fosturtøkur í Føroyum enn í øðrum Norðurlondum, og vit eiga alla tíðina at virka fyri, at tað lækkar alsamt. Eitt nú eigur tað ikki at koma fyri, at ein kvinna skal føla seg noydda til at fáa fosturtøku av sosialum orsøkum, sigur Sirið Stenberg.

 

 

Les eisini: Eg eri ikki heitur fyri fríari fosturtøku í Føroyum

 

 

Hon sigur, at á hesum øki eru nøkur tiltøk sett í verk, eitt nú eru Bústaðir farnar undir íbúðarbygging, lestrarstuðulin er hækkaður, barslisfarloyvið er longt og tær allarfátækastu familjurnar fáa eitt serligt familjuískoyti. Samstundis er ein ráðgeving stovnað til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku.

 

– Tað er hendan leiðin, vit eiga at ganga, har vit støðugt eiga at arbeiða fyri at gera umstøðurnar so góðar, sum gjørligt, og eitt tiltak afturat kann vera at gera fyribyrging bíligari.

 

Fosturtøka er danskt málsøki, men á ólavsøku næsta ár, yvirtaka føroyskir myndugleikar málsøkið. Og tá kunnu føroyskir myndugleikar sjálvir gera av um nakrar broytingar skulu gerast, og hvørjar tær skulu vera. Men Sirið Stenberg sigur, at tað liggur ikki í arbeiðsætlanini hjá samgonguni at gera nakað við fosturtøkulógina eftir at málið er yvirtikið.