Katrin Dahl
??????????
Fyri at fáa eitt svar uppá hendan spurning, vildi eg spurt allar tær kvinnur sum hava fingið fosturtøku, hvussu tær hava havt tað aftaná ella seinri í lívinum, um tær hava havt trupulleikar samvitskuliga, ella um tær, seinri í lívinum vóru væl nøgdar við tað tær gjørdu. Eisini er umráðandi at fáa svar frá teimum kvinnum sum fingu gjørt fosturtøku í sínum fyrsta graviditeti, og sum ikki fingu børn seinri.
Kanningin eigur eisini at umfata allar tær kvinnur, sum ynsktu at fáa fosturtøku men sum frá læknans síðu fingu avslag. Bleiv hettar barnið ein so stórur trupulleiki í teirra lívi og halda tær fast við, at betur hevði verið fyri móður og barn, um barnið ongantíð var komið í verðina. Hetta eru relevantir spurningar, sum eiga at svarast.
Og eg spyrji »Hvat er »frí« fosturtøka?«
Ein blaðung genta sum blívur við barn, er neyvan før fyri at taka støðu til um hon skal gjøgnumføra graviditetin ella ikki. Ofta er hon undir stórum trýsti, og kanska hóttanum frá tí manni, sum hon bleiv gravid við. Eisini hevur meiningin hjá foreldrum og kanska vinkonum ávirkan á hana, ja so stóra ávirkan, at hon illa sjálv kann gera sær eina meining.
Hvar er so frælsið?
Hevði mamma mín havt tann hugburð, sum er frammi í dag, um fría fosturtøku, og hevði tað verið frí fosturtøka, tí mamma mín átti síni børn, var eg ivaleyst ongantíð komin í verðina, sum nr. fimm barn í seks ár. Heldur ikki mínum trimum yngru systrum høvdu verið lív lagað, og kanska onkur av teimum eldru eisini vóru skolaði út.
Ein óhugnaligur tanki haldi eg sjálv. Øll mín familja hevði ikki verið til.
Um vit høvdu havt fría fosturtøku, og hugburðurin hjá kvinnum hesi seinastu 100 árini var, at nógv børn eru ein trupulleiki, so vóru vit spard fyri at halda lív í smáplássunum, har vildi alt lív langt síðan verið útdeytt av sær sjálvum.
At danskir fólkatingslimir nú koma her og bjóða sær til at forkoma okkum í fosturlívi, er ein so stór provokatión í móti Føroya fólki, sum vit ikki undir nøkrum umstøðum kunnu góðtaka. Okkara meining mentanarliga, sosialt og etiskt skulu vit hava loyvi til at seta sjálvi.