Illa ber til at tosa um dalar og skørð longur, uttan at ein fer at murra fosturlandssangin hjá Janusi Wiberg Mortensen, sum gjørdist ein sonn landaplága í summar.
Sangurin gjørdist eitt slag av stríðssangi hjá U21-landsliðnum í hondbólti, sum luttók í HM í Algeria í summar og man hava verið fast innslag í mongum veitslum, tiltøkum og festivalum í summar.
- Eg var glaður fyri sangin, og vónaði, at fólk fóru at taka væl ímóti honum, men eg bleiv ovfarin av, at hann bleiv so væl umtóktur, tað eri eg bara takksamur fyri.Hetta árið hevur verið sera spennandi og læruríkt fyri meg, og eg vóni, at tað heldur á, sigur Janus Wiberg Mortensen.
Í síðstu viku kom evnaríki tónleikarin við einum nýggjum lagi. Talan er um sangin Liva Her Og Nú, sum varð lagdur á youtube leygardagin.
- Eg valdi at gera ein nýggjan sang á føroyskum, tí at hon bleiv so sera væl móttikin, sigur tónleikarin, sum annars fyri tað mesta hevur sungið á enskum. Eg ætli mær at variera tað eitt sindur við enskum og føroyskum og møguliga eisini donskum, sigur hann.
- Kristoffur Mørkøre setti seg í samband við meg og segði, at hann hevði gjørt eitt nýtt lag, eitt meiri popput lag. Hann spurdi, um eg var áhugaður í at gera nakað við lagið. Eg hugsaði, at aftan á fosturlandssangin, so passaði tað væl, at gera eitt føroyskt popp-lag, sigur Janus Wiberg Mortensen.
Enn eru eingi ítøkilig stig tikin til at geva næstu útgávuna út, men hon kemur.
- Nú ætli eg at gera ein sang afturat í ár. Tá eg havi gjørt nøkur løg afturat kemur ein nýggj útgáva við nýggju sangunum, sigur hann.
- Nú vóni eg, at Liva Her Og Nú verður eins væl móttikin og Mítt Vakra Føroya Land.










