Fosturforeldur fáa meiri at vita um fosturbørn

Mikudagin 25. nov. eru 10 ár liðin síðani Fosturforeldrafelagið varð stovnað. Í tí sambandi skipar felagið fyri evnisdegi, har Tórun Højgaard Ósa, sjúkrarøktarfrøðingur, heldur fyrilestur um eina kanning, sum hon hevur gjørt av føroyskum fosturbørnum.

Eisini fer sálarfrøðingurin, Rigmor Napolionsdóttir, at hava fyrilestur um empatiskt samskifti.

Felagið varð stovnað av nøkrum fosturforeldrum, sum høvdu havt fosturbørn í nøkur ár. Hesi fosturforeldrini samlaðust í bólkum, sum Sosiala deild í Tórshavnar kommunu skipaði fyri. Fosturforeldrini hildu, at tað var av stórum týdningi, at at tey skipaðu seg í felag at fáa skeið og skipa fyri øðrum tiltøkum fyri at menna førleikararnar at taka sær av børnum, ið høvdu verið fyri vansorgan.

Síðani hava fleiri skeið og onnur tiltøk verið.

Eitt mál, sum Fosturforeldrafelagið hevur, er eisini at menna fosturbørnini. Í tí sambandinum hevur felagið tey seinastu árini skipað fyri Fosturfamilju-døgum. Hesi tiltøk hava eydnast sera væl. Næsta ár ætla tey at hava ein Fosturfamiljudag í Nesvík, har fosturbørnini fáa høvi til at vísa í verki, gjøgnum tónleik, dans, sang, list og annað, sum tey duga.