<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Dugir, dugir ikki. Dugir, dugir ikki. Er tað vegurin, vit skulu fara, tá ið ræður um komandi ættarlið? Skulu vit skilja millum børnini, hvør ið skal fáa loyvi til at liva og hvør skal doyggja?
Soleiðis skrivar felagið Føroya Pro Vita í einari viðmerking í bløðunum herfyri.
Nýliga mælti ein arbeiðsbólkur hjá danska heilsustýrinum til, at allar barnakonur fingu tilboð um eina kanning fyri kromosomfeil hjá fostrinum. Í Føroyum kunnu vit eisini rokna við, at hetta tilboðið verður galdandi um stutta tíð.
Kvinnurnar fáa tilboð um at fostrið verður skannað fyri eitt nú, Down Syndrom.
Bæði her heima og í Danmark, hava tíðindini skelkað foreldur og avvarandi at børnum við Down Syndrom.
Hóast tað í Danmark vísir seg, at yvir 90% av barnakonunum taka av tilboðnum, so stúra danskir politikarar fyri etikkinum.
Landsfelagið hjá fólki við Down Syndrom í Danmark, hevur funnist at tilmælinum frá arbeiðsbólkinum. Tey óttast, at eitt slíkt standard-tilboð fer at verða við til at ávirka sýnið hjá samfelagnum uppá mongolar.
Eisini felagið Føroya Pro Vita hevur gjørt vart við seg, og hevur skrivað landsins ráðandi kvinnum og monnum bræv, har tey millum annað heita á landsstýrið og løgtingið um at leggja fram og samtykkja tað lógaruppskotið, sum var á lofti í 1993 og sum er soljóðandi:
»Løgtingið samtykkir at gera greiðar reglur fyri fosturdiagnostikki, ið setir bann fyri tí slagi, ið einans hevur til endamáls longu í móðurlívi at velja út tey børn, sum hava álvarsamt brek ella sjúku, til møguliga týning, og somuleiðis seta bann fyri diagnostiskum hátti, sum ber í sær vanda fyri at elva til sjálvkravda misføðing ("spontan abort").«
Í komandi viku byrja árligu økisfundirnir hjá Javna, og verður hetta evnið høvuðsmál á skránni.