Fleyr ? Fossánes 1 ? 3; (25-17, 21-25, 12-25, 22-25)
Flogbóltur, meistaradeild kvinnur
So kom Fossánes á mál. Liðið sum á fysta sinni leikti í meistaradeildini hetta kappingarárið, hevði sett sær sum mál at vinna eitt sett, og hetta eydnaðist fyri nøkrum vikum síðani ímóti Fleyr.
Næsta málið var at vinna ein dyst, og hetta eydnaðist eisini. Og aftur var tað Fleyr sum skuldi standa fyri skotum.
Fleyr var annars liðið, sum kom best frá byrjan sunnudagin, og vann 1. settið 25-17, men so kom liðið ikki fyri seg aftur. Fossánes fór at leika betur og betur, og endin varð, at tær vunnu 2. settið 25-21. Frøin var stór, og beinan vegin í 3. setti sást, at tær ikki bert ætlaðu at vinna eitt sett.
Stórsigur
Tá sá út til, at Fleyr ikki kom yvir skelkin, aftur at hava tapt eitt sett ímóti botnliðnum, og hetta endaði so við, at Fossánes vann triðja settið heili 25-12. Og sigurin var eisini fult uppiborin.
Í fjórða settið kom Fleyr betur við aftur, og spælið gjørdist eitt sindur meira støðugt, men tó ikki nokk til, at vinna á gentunum úr norðoyggjum.
Fossánes tók sigurin og harvið tvey stig, tá tær vunnu fjórða settið 25-22.
Hvat næsta málið hjá Fossánesi og venjaranum Jón Kára Frederiksen verður, er enn ikki allmannakunngjørt, men í morgin leika tær ímóti Mjølni, men hetta verður nokk ein ov stórur biti at taka, Men alt er ein roynd vert.