Fossánes misti síðsta settið

Fleyr vann heimadystin móti botnliðnum av Fossanesi, og enn eigur Fossanes fyrsta settið til góðar

Fleyr ? Fossánes 3-0; (25-13, 25-13 og 25-17)


Flogbóltur, kvinnur


Unga Fossánes-liðið var sunnudagin í Havn og leikti ímóti Fleyr, sum hevur klárað seg í kappingini við ÍF og TB, men ikki við oddaliðini Drátt og Mjølnir.

Tað var ongantíð ivi um, at Fleyr var tað betra liðið, men um genturnar á Fossánesi klára at vera eitt sindur meira róligar undir leiki, so kann roknast við, at fyrsta settið verður vunnið í seinnu helvt av kappingini eftir nýggjár.

Tær klára sum oftast at fáa fatur á bóltinum, men trupulleikin er at fáa henda á rætt stað, men við fleiri dystum, og um hildið verður á við venjingini, hevur liðið eina framtíð fyri sær. Tað er stórur munur at vinna 1. deild, og so at leika í bestu deildini.


Meira ágangandi

Fleyr-liðið hevur onkrar nýggjar leikarar á liðnum í ár, men hevur tó megnað at vunnið á bæði ÍF og TB, men torførari er at koma upp á sama støði sum Dráttur og Mjølnir. Í dystinum ímóti Fossánesi sást tíðuliga, at liðið manglar meira stabilitet frammi við netið, soleiðis at meira kraft verður løgd í álopini, og bóltarnir verða vunnir beinleiðis ístaðin fyri bert at koyra bóltin yvirum.


Durita Jóanesardóttir í servihumør

Fleyr vann lættliga 1. og 2. settið, og legði seg eisini á odda í 3. setti, eitt skifti við 15-11, men so tók Fossánes sær um reiggj og kom heilt upp á støðuna 16-16, og ein roknaði við, at kanska liðið nú fekk sítt fyrsta sett, men hetta vildi Durita Jóanesardóttir annarleiðis. Við nøkrum sera hørðum servum ímóti endanum av settinum, avgjørdi hon dystin, soleiðis at Fossánes ikki fekk eitt bein til jørðina aftur og tapti settið 25-17, hóast venjarin hjá Fossánesi, Jón Kári Fredriksen, royndi seg við 3 útskiftingum.

Samanumtikið ein uppiborðin sigur til havnarliðið.