Leygarkvøldið fær Eclipse forvitnisliga vitjan av einum donskum DJ, einum donskum rappara og einum donskum/arabiskum rappara.
Dj Phil eitur tann eini. Hann vitjaði Eclipse í fjør, og tá var dansigólvið fylt alla náttina.
Marwan eitur annar rapparin. Hann er dani men hevur røtur úr Palestina og hevur gjørt um seg í danska rappumhvørvinum.
Hin rapparin, sum fer at framføra í Eclipse leygarkvøldið, er kendur. Hann nevnist USO og millum annað í einum rappbólki við navnframu LOC og Johnson.
USO hevur 12 ár á baki sum rappari og hevur gjørt fleiri hitt, millum annað lagið ´Ingen Diskussion´.