Tiltaksbólkurin í Áarstovu í Århuus skipar í morgin - altjóða kvinnudagin - fyri áhugaverdum tiltaki, har kvinnan er á dagsskrá Í sambandi við altjóða kvinnudagin í morgin, verður eitt sera spennandi og forvitnisligt tiltak í Áarstovu í Århuus.
Á skránni verður eitt nú ?feng shui?, coaching og kvinnan í síni heild.
Sigrid Sighvatsdóttir fer at siga frá um feng shui, og Elisabeth á Akursmørk fer at tosa um, hvussu kvinnur kunnu røkka sínum málum við coaching.
Eisini fer framúrskarandi Petsi Tvørfoss at syngja nakrar sangir.
Úr Århuus verður sagt, at fólk verða boðin vælkomin við leskandi og frískum fruktum, og eftir sjálvt tiltakið verður høvi til kaffi, køkur og prát.
Tiltakið í Áarstovu í morgin - á altjóða kvinnudegnum- kostar bert 40 krónur, og lagt verður fyri klokkan 18.
Lesið meira á www.aarstova.dk










