Forvitnisligur fløskupostur

Í fløskuni liggur bræv, sum gevur teimum, ið finna fløskupostin, lyfti um, at hin størsti ?skatturin? er at finna millum Bjarnoynna og Spitsbergen Tá nøkur vinfólk úr Kristianssand í Noregi herfyri vóru á Svalbard, funnu tey ein ?mystiskan? fløskupost.

Í fløskuni lá nevniliga eitt ?skattakort?.

Svalbardsposturin skrivar, at inni í fløskuni lá eitt kort sum segði, at tann, sum finnur fløskuna, eisini finnur hin allar størsta ?skattin?.

Á tí einu síðuni á kortinum verður lyfti givið um,at goymdi skatturin er at finna einastaðni millum Bjarnoynna og Spitsbergen.

Tey, ið funnu fløskupostin, hava ikki leitað eftir skattinum enn, men vilja ógvuliga gjarna finna hann ella hana, sum hevur blakað fløskupostin í havið.