Tá grivið varð út fyri útbygging av skúlanum við Gøtugjógv fyri nøkrum árum síðan, varð væl meira givið út enn tað, sum nýggi parturin av skúlanum skuldi byggjast á.
Um hetta mundið var altjóða fíggjarkreppa, og tá vóru slík arbeiði ikki so kostnaðarmikil. Kommunan valdi at taka rívan til og grava meira út, enn brúk varð fyri til skúlabygging.
Í dag kemur hetta lendið til góðar, tí nú verður bygt nýtt spælipláss á økinum niðan fyri skúlan við Gøtugjógv.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at hetta er eitt spælipláss við ymiskum klintri-amboðum og øðrum, sum skúlanæmingar og onnur kunnu brúka.
- Umframt, at vit nú fáa nýggja spæliplássið, hava vit eisini verandi skúlagarð við FIFA-vølli inni í garðinum og ein FIFA-vøll aftrat við Gøtugjógv.
Borgarstjórin vísir á, at FIFA-vallirnir og nýggja spæliplássið eru almenn, og øll kunnu fara inn á hesi øki at stuttleika sær, um hugur er til tess.