Forvitnisligt Kap Farvel tiltak í Vestmanna

Leygarkvøldið verður skipað fyri øðrvísi hugnaløtu í Vestmanna, har ymiskt, sum ikki kom við í bókina hjá Birgiri W. Høgnesen um hekkutrolaran Kap Farvel, verður at síggja Vestmenningar hava eitt serligt tilknýti til skipanavnið Kap Farvel, sum var fyrsti hekkutrolari, ið føroyingar áttu.

Fyri fáum árum síðan gav Birgir W. Høgnesen út áhugaverda bók um skipið, men tá samanum kom fekk hann so nógv tilfar at arbeiða við, at hugsingur var ikki um at fáa alt við.

Tilfar, sum lá niðurfyri, er eitt nú myndir, sum eru tiknar umborð, smalfilmar, sum eisini eru tiknir av lívi og arbeiði eins og landingum. Haraftrat eru bandsamrøður, sum eru frá tíðini, tá skipið kom til bygdar.

Nú hevur so Barry Bláhamar, leiðari á Bryggjuni í Vestmanna, heitt á rithøvundan um at gera burtur úr tí tilfari, sum lá eftir.

Leygarkvøldið klokkan 21 verður hetta tilfar at síggja og hoyra á lokalu pubbini í Vestmanna.

Høvundurin, Birgir W. Høgnesen, sigur, at nógvar myndir verða at síggja, eins og nevndu smalfilmar.

- Vit fara at skipa tiltakið soleiðis, at tá fólk koma innar í gongina í pubbini, fara tey at hoyra bandupptøku frá móttøkuni, tá skipið kom á Vestmanna í 1966. Tað var táverandi bygdaráðslimurin í Vestmanna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og reiðari og skipari eisini søgdu nøkur orð.

Inni í pubbini verða síðan myndir at síggja, eins og smalfilmar verða sýndir.

Birgir W. Høgnesen sigur, at filmirnir munnu vara ein tíma ella so, og her eru nógvir persónar at síggja, sum fólk fara at kenna aftur. Sama er við forvitnisligu myndunum.

Lokalir harmonikuleikarar í Vestmanna fara eisini at spæla undir, meðan sjómanssangir verða sungnir á hugnaløtuni.