Tað fyrsta av fýra í røðini av café-kvøldum á gamla meiarínum varð á skránni hóskvøldið. Heitið á kvøldinum var aldur hugans, og við stórum spenningi varð farið inn í gamla bygningin, har nakrir av okkara bestu yrkjarum og tónleikarum skuldu standa fyri undirhaldinum komandi 2-3 tímarnar.
Innkomin á margarinfabrikkina, legði tú beinanvegin til merkis, hvussu hugnalig hølini nú eru vorðin. Rá træbrettir á gólvinum og djúpir litir á veggjunum eru gjøgnumgangandi fyri innrættanina, og framsýndu myndirnar hjá Øssuri Johannesen og Jens L. Thomsen, fullu sera væl inn í heildarmyndina. Inni í sjálvum salinum vóru livandi ljós á borðinum, soleiðis at ytru umstøðurnar fyri einum hugnaligum kvøldi vóru í lagi.
Stórir kontrastir riggaðu væl
Eftir eitt sindur av tekniskum trupulleikum, sum tó skjótt vórðu fyrigivnir, byrjaði tiltakið við at Petur Jensen kom kappaklæddur á pallin at framførdi nýggja yrking. Yrkingin var skipað í trimum pørtum, har holið ímillum tær tríggjar framførslurnar varð fylt út av Lenu Anderssen og Niclas Johannesen. Sera hugtakandi var at merkja teir stóru kontrastirnar í framførslum teirra. Petur við sínari eyðkendu sjálvpínslu, har hann letur umheim vera umheim, og í staðin leitar inneftir í egnar trupulleikar og samvitsku. Í bakgrundini hoyrdust tungu bass-tónarnir frá fylgispælinum, sum Bogi á Lakjuni framførdi, og var hetta við til at skapa enn størri nærveru til áhoyrarnar. Tá so hjúnini Lena og Niclas høvdu sínar framførslur, varð stemningurin rættuliga viðvendur. Við sínari ljósu rødd og positiva sangi er Lena nærum ein ímynd av sjálvari lívsgleðini í framførslu sínari. Ein djørv samanseting, sum varð sera væleydnað. Annars var skráin hjá parinum sera fjølbroytt við bæði nýggjum og gomlum løgum, umframt nakrar frálíkar tulkingar av løgum frá øðrum sangarum og bólkum.
Oddfríður fekk
láturin fram
At enda slapp Oddfríður M. Rasmussen fram at framføra nakrar av sínum yrkingum, og aftur her var lopið stórt. Hann megnaði við sínum beinrakna speisemi at fáa láturin fram hjá áhoyrarunum, uttan at hetta á nakran hátt gekk út yvir innihaldið í sjálvum tekstinum. Kanska var hansara lættskiljandi boðskapur júst tað áhoyrararnir trongdu til, aftaná tað meira kompleksu framførsluna frá Peturi. Oddfríður byrjaði við at lesa upp nakrar yrkingar úr seinasta verki hansara, skil, og síðani vórðu nakrar nýggjar yrkingar lisnar upp. Merkisvert var at nýggjaru yrkingarnar tóktust vera meira daprar og álvarsamar enn tær, vit higartil hava hoyrt frá Oddfríði.
Fyrireikararnir
væl nøgdir
Aftaná tiltakið hittu vit Kristinu Hansen, sum er ein av fyrireikarunum. Spurd um innihaldið í skránni, svaraði hon at tey høvdu roynt at gera kvøldið so fjølbroytt sum gjørligt, hetta fyri at tekkjast so mongum áhoyrarum sum gjørligt. Samstundis varð hetta ein roynd at gera kvøldið lættari at koma ígjøgnum, við tað at variatiónirnar vóru somikið stórar. Hetta tóktist eisini at rigga væl, tí ímillum áhoyrararnar vóru fólk úr øllum aldurs- og samfelagsbólkum. Kristina var annars væl nøgd við undirtøkuna, og tey umleið 60 fólkini, sum vóru í salinum, tóktust eisini vera væl nøgd við tiltakið.
Far næstu ferð
Enn eru trý kvøld eftir á skránni, so um so er at fólk ikki vita hvar tey skulu fara at hugna sær eitt av komandi hóskvøldunum, er bara at leggja leiðina framvið margarinfabrikkini. Harafturat fara innkomnu pengarnir til eitt gott endamál, við tað at allar framførslurnar, og fyrireikingarnar annars, eru sjálvbodnar, soleiðis at peningurin kann fara óskerdur til Grímu, har tey ætla at keypa nýggja leikútgerð til hølini.
Skráin komandi hóskvøldini er henda:
9. september, Jazz kvartettin við Eivør Pállsdóttir. Tónleikabólkurin ?E moll?, mannaður við Róki, Halli og Michael. Special guest: Jóhan í Kollafirði.
16. september, Frásøgukvøld
23. september, Poul F. 100 ár. Ein mynd av skaldinum ? Birita Mohr hevur sett saman úr yrkingum og frásøgum. Eisini verður tónleikur á skránni.