Í vikuni fyri páskir var verkstova um teldumyndlan og mátingar av fjarðaráki hildin á Fiskaaling við luttøku frá Havforskningen í Bergen og Universitetinum í Keypmannahavn. Hetta var ein liður í arbeiðnum at fáa neyvari myndlar til at gera metingar um rákið á føroysku firðunum og at styrkja samstarvið millum hesar stovnar.
Úr Bergen var bólkurin, sum hevur gjørt eina skipan til meta um, hvussu lúsalarvur spjaðast við rákinum fram við norsku strondini, og sum í stóran mun hava gjørt grundarlagið til sonevndu ferðsluljósskipanina, ið politiskt kjak nú er um at seta í verk fyri alivinnuna í Noregi. Frá Universitinum í Keypmannahavn var Eigil Kaas, professari, sum er serfrøðingur í tí, sum verður rópt smáskála veðurforsagnum.
Á verkstovuni vórðu fleiri týðandi partar í fleiri verkætlanum á Fiskaaling viðgjørdir. Teirra millum eru tvær PhD-verkætlanir. Onnur hevur til endamáls at gera mátingar og menna ein myndil til at lýsa rákið í Sundalagnum og harvið, hvussu aliøkini har ávirka hvørt annað.
- Henda verkætlanini er í samstarv við Keypmannahavnar Universitet og Havforskningen í Bergen, og hon hevur fingið fíggjarligan styrk frá alifeløgunum, Marine Harvest og Bakkafrost, umframt frá Statoil og Granskingarráðinum.
Á Fiskaaling vísa tey á, at í hinari verkætlanini verður hugt eftir smittusambandinum millum øll alibrúk í Føroyum og um til ber at menna eina skipan, sum minkar um smittutrýstið millum økini. Henda verkætlan verður stuðlað av Erhvervsstyrelsen í Danmark og verður framd í tøttum samstarvi við DTU Aqua í Danmark, umframt bólkinum frá Havforskningen í Bergen og serfrøðingum á University at Prins Edward Islands í Canada.