Forvitnislig vitjan úr Rumenia

- fongsulsmissjónin í Rumenia

Rumensku hjúnini, Monica og Giurgio Cosmin, úr Cluj-Napoca, vitja í Føroyum í døgunum 25.sept. til 05.okt. Maðurin verður vanliga róptur Cosmin. Hann kemur at ferðast kring landið at greiða frá fongsulsarbeiðinum hjá Rumensku missjónini, Rescue Mission, sum merkir bjargingarmissjón.


Rescue Mission/Bjargingarmissjón hevur virkað í uml.18 ár í millum fangar í Rumenskum fongslum, sum eru dømdir í ymisk áramál og heilt upp til lívlanga fongsulsrevsing. Talan er um fangar av øllum slag, frá vanligum innbrotum, til neyðtøku og manndráp.


Tað var danski landmaðurin, Torkil Jørgenesen og kona hansara Sonja, úr Kolding, sum byrjaði arbeiðið, eftir at Harrin hevði kallað hann eina náttina hann ikki fekk sovið, undir eini vitjan í Rumenia í 1992. Tað, sum Harrin legði á hansara hjarta, hesa náttina, var at fara og vitja fongsli í Rumenska býnum Aiud. So ótrúligt tað ljóðar, so fekk Torkil, saman við einum Rumenskum tulki, loyvi at koma inn at hava eitt prát við fongsulsleiðsluna. Fyri at gera eina langa og spennandi søgu stutta, so førdi hendan vitjanin til eitt miðvíst sosialt evangeliskt arbeiði í fleiri fongslum um alt Rumenia til dagin í dag. Torkil doyði brádliga í januar í ár, bert 56 ára gamal.


Arbeiði gjørdist størri og størri, og fyri at skipa arbeiði meiri, so varð felagsskapurin Rescue-Mission stovnaður, og tað er hesin felagskapurin, sum rekur arbeiðið í dag. Missjónin er Rumensk og er heimahoyrandi í býnum Cluj, har teir hava skrivstovu- goymslu- og fundarhølir. Tað eru trý fólk í Rumenia, sum arbeiða fulla tíð innan Rescue-Mission, av teimum er Cosmin ein. Afturat teimum eru nógv fólk, sum geva av síni tíð til fongsulsarbeiði, so sum at vitja fongslini, tala, vitna, syngja, svara brøvum frá fangum, umsita brævaskeiðir og mangar aðrar praktiskar tænastur.


Tá fongslini verða vitjaði, savnast fangarnir í størri og minni bólkum, frá 15 monnum til 80-90 menn, alt eftir hvat slag av fangum talan er um. Síðani verður sungið, vitna og tað verður lagdur stórur dentur á, at ein greiður evangeliskur boðskapur verður kunngjørdur. Tað verður eisini undirvíst út frá orðinum, tí fleiri av fangunum eru trúgvandi. Brævaskeiðir í túsundavís verða býtt út, og teir, sum ikki eiga eina bíbliu fáa eina bíbliu frá Rescu-Mission. Eisini verða gávur býttar út, so sum andaktsbøkur, brævbjálvi við frímerki og brævpappíri, pennur, toiletpappir, sápa, hosur og aðrar neyðsynjarvørur.


Arbeiði er góðkent av Rumenska løgmálaráðnum, og øll 39 fongslini í Rumenia eru opin fyri Rescue-Mission, men Cosmin sigur, at teir kunnu ikki vitja øll fongslini, tí tað hava teir ikki orku til. Cosmin hevur lisið løgfrøði, og tí er hann betur fyri at geva fangunum fagliga hjálp, tá teir koma út aftur í gerandisdagin.


Tað eru túsundavís av brøvum frá fangum, arkiveraði á skrivstovuni hjá Rescue Mission í Cluj. Hesi brøv innihalda alt slag av dramatiskum persónssøgum, har fleiri søgur enda við, at viðkomandi fangi hevur funnið nýtt lív í Kristusi. Tá hugt verður í bakspegilin hesi seinastu 18 árini, er tað ein stórur skari av fangum, sum eru komnir til persónliga trúgv. Nakrir eru komnir út og fleiri sita enn, har nakrir aldri sleppa út. Fangarnir, sum hava tikið við trúgv á Jesus koma saman við øðrum fangum til bøn og bíbliulestur.


Fongsulsleiðslan sigur, at síðani Rescue-Mission byrjaði eitt miðvíst sosialt-evangeliskt arbeiði í fongslunum, er tilstandurin og moralurin millum fangarnar vorðin nógv betri. Hetta og mangt annað fer Cosmin at vísa okkum og greiða frá á møtum kring landi teir næstu dagarnar. Cosmin kom ógvuliga tíðliga upp í arbeiði.


Seinastu árini hava føroyingar verið við í arbeiðinum: Hans Jákup á Lava úr Havnini, sum býr í Danmark, Svenning av Lofti og undirritaði. Vit hava bjóðað Cosmin og konuni at koma til Føroyar at siga frá arbeiðinum. Vit fara at heita á fólk um at møta væl upp til møtini og at bjóða øðrum at koma við.


Fyrireikararnir ynskja, at ferðin í Føroyum má vera við til at vekja fólk at stuðla og biðja fyri arbeiðinum. Ein konto er stovnað í Eik banka, har tað er møguleiki at flyta gávur inn á, um ein ynskir at stuðla arbeiðinum. Eisini ber til at hitta Cosmin persónliga eftir hvørt møti. Ein skal viðmerkja við gávuni: Fongsulsmissjón. Heiti á kontoini er: Fongsulsmissjónin í Rumenia -Rescue Mission. Kontonummarið er 9181 1512066 Eisini er ein donsk konto: Reg. 1569 Konto: 0 005 323 452 Viðmerkjast skal: Fængselsmission


Møtiskráin: Fríggjakvøldið 25. sept. Ungdómsmøti í Berøa, Saltangará kl.21, leygarkvøldið 26.sept. í skúlanum í Kollafirði kl.20, sunnudagin 26. sept. Berøa, Saltangará kl.11.30, sunnukvøldið 27. sept. í Mizpa á Eiði kl.18, mánakvøldið 28. sept. Evangeliiðhúsið í Tórshavn kl.20, týskvøldið 29. sept. Nebo á Toftum kl.19, mikukvøldið 30. sept. Siloa í Fuglafirði kl.19.30, hóskvøldið 1. okt. Nazaret í Kaldbak kl.20, fríggjakvøldið 2. okt. Hebron í Norðdepli kl.20, leygarkvøldið 3. okt. Bygdarhúsið á Sandi kl.20, og sunnukvøldið 4. okt. Ebenezer í Tórshavn kl. 18.


Poul Jóhan Djurhuus