Í hesum døgum vitjar altóða kenda listahandverkskvinnan, Jorie Johnson í Føroyum. Hon hevur tvær bókaútgávur í viðførinum og ferðast kring heimin við framsýningum, fyrilestrum og verkstovum innan tøving.
Endamálið við vitjanini er, at menna førleikar innan tøving, og frá fríggjadegi 8. august til og við sunnudag 10. august skipar Ása Hátún, ið hevur drúgvar royndir innan ullarbeiði, fyri verkstovu í Pakkhúsinum í Bø við Jorie sum undirvísara.
Mánadagin 11. august verður skipað fyri almennum fyrilestrum í Norðurlandahúsinum við m.ø. Jorie sum gestarøðara.
Tað er SamVit, ið samskipar tiltakið í Norðurlandahúsinum.
Jorie gistir í Bø hesar dagarnar, men mikudagin 6. august verður vitjað í Havnini. Um áhugi er fyri at fáa orð á Jorie, ber til at ringja
til Ásu Hátún á 226970 og fáa eina avtalu í lag.