Forvitnislig vitjan í Føroyum

Føroyingar fáa forvitnisliga vitjan úr Írlandi og Stórabretlandi

 

Komandi vikuskifti koma 10 útlendskir havsvimjarar, at svimja í kalda sjónum kring Føroyar. Talan er um eina venjingarlegu, ið skal fyrireika svimjararnar til at svimja í ensku kanalini í januar mánaða næsta ár.  

 

Mannligu svimjararnir eru fýra írar og ein breti. Kvinnurnar umvent eru fýra bretskar og ein írsk.

 

Svimjararnir koma til landið hósdagin 27. oktober og verða í landinum til mánadagin 31. oktober.

 

Um veðrið loyvir tí verður væntandi svomið nakrar tímar hvønn dag.

 

- Veðrið fer somuleiðis at spæla inn í staðsetingini har svomið verður, so vit mugu brynja okkum við tolið nakað enn, sigur ein av kvinnuligu svimjarunum, Niamh McCartey.

 

Eisini hava tey verið í samband við royndar føroyskar havsvimjarar. Svomið verður í vanligum svimjiklæðum - tað vil siga at tey ikki nýta vátdraktir.  

 

##med2##

 

Øll eru vælkomin at heppa á tey, tá tey fara í gongd. 

 

Nærri upplýsingar fáast frá venjaranum Ger Kennedy á tlf. +353 (86) 732 9945