Skúlaskipið Danmark kemur á vitjan í Tórshavn 25.07.2012 kl 0830 til 27.07.12
Skúlaskipið skuldi koma 24.07.2012 kl 10, vegna vánalig veður er tað seinkað.
Umborð á skúlaskipinum Danmark eru 80 næmingar, og manningin er 15 í tali.
Ongir føroyskir næmingar eru við á hesum túrinum.
Seinast skúlaskipið Danmark var á vitjan í Føroyum var í 1991
Høvi verður hjá allmenninginum at vitja umborð mikudagin 25/07 og hósdagin 26/07 frá kl 1400 til 1630