Forvitnislig várframsýning í Orkis

Fermingarborð, brúðleypsborð, móttøkuborð, føðingardagsborð, dópsborð, páskaborð&Blómuhandilin Orkis á Glyvrum er í hesum døgum karmur um eina sera hugnaliga framsýning við nógvum ymiskum prýðislutum og hugskotum.

FRAMSÝNING

Blómuhandilin Orkis hevur í hesum døgum eina forkunnuga framsýning í handilshølunum á Glyvrum, har seinasta rákið innan pynt av ymiskum slagi verður víst.

Framsýningin lat upp hóskvøldið, tá ið Orkis skipaði fyri einum almennum íblástrarkvøldi, har danin Bo Bull tosaði um alt tað nýggjasta innan pynt, og gav hugskot til fermingarborð, brúðleypsborð og ymiskt annað. Nógv fólk var til tiltakið, og tey hugnaðu sær óført. Í samband við framsýningina skipar Orkis eisini fyri eini kapping, har møguleiki er at vinna gávukort frá handlinum, umframt eina uttanlandsferð frá Fonn Flog.

Á Framsýningini eru fleiri ymisk borð, sum eru prýdd við tí seinasta nýggja innan borðpynt. Hóast Orkis er ein blómuhandil, so er nógv annað enn blómur á framsýningini. Til dømis er eitt brúdleypsborð við brúðarkøku, brúðarkjóla o.ø.

Tað mest sermerkta borðið á framsýningini er óivað undirsjóvartunlaborðið, sum er prýtt við ymiskum tirnum o.ø., sum er komið úr Norðoyartunnilinum. Framsýningin verður opin til og við 29. mars, og er avgjørt verd at vitja.