Forvitnislig torraskrá í Klaksvík

Vit hava kagað í torraskránna, sum byrjar í Klaksvík 19. februar.

Nógv ymiskt er á skránni, og nú lógin um vinnuligan fiskiskap er í stoypiskeiðini, varð hildið upplagt at skipa fyri einum kjakfundi um lógina. Kjakfundurin, sum verður í skúlanum við Ósánna mikukvøldið 20. februar klokkan 19.30, verður útvarpaður beinleiðis.

Smæran - felagið fyri tey 60 ára gomlu og eldri - fer at skipa fyri eini framsýning við gomlum myndum. Við verða eisini myndir frá posthúsumhvørvinum, sum skjótt kann tykjast søga.

Í hesum viðfangi hava vit vitjað Poul Havn, sum fer at gera eina framsýning við gomlum radium, sum hann hevur savnað gjøgnum árini. Best av øllum er, at hann hevur umvælt øll radioini, so øll virka. Tað elsta er frá seint í tríatiárunum.

Tá við vóru á gátt, spældi hann á eina gamla gramofon, sum skuldi vindast í gongd. Undir hørðu nálini, sum gav nógv ljóð frá sær, lá Little Richard við Tutti Frutti. Ein pláta, sum Poul hevði keypt í 1957 í Bretlandi.

- Pápi mín helt, at plátan helt so nógvan gang, at um eg ikki tók plátuna av, so skuldu bæði eg og plátan út gjøgnum hurðina, greiddi Poul Havn frá við einum brosi.

Framsýningin hjá Smæruni, sum verður í hølum teirra í kjlallaranum í Sambýlinum á Heygnum, verður opin hósdag og fríggjadag frá klokkan 16 – 20 og leygardag frá klokkan 13 – 18.

Á torradøgunum fer Kjartan Hoydal at halda ein fyrilestur í skúlanum við Ósánna. Hetta verður týsdagin 19. februar. Kjartan kallar fyrilesturin "Fiskivinnan - gjørdu vit rætt?" Eisini verða stundir til hugleiðingar um tíðina, hann búði í Klaksvík.

Rólant í Skorini fer at halda fyrilestur um sluppirnar, sum fórust av krígsávum, og um hvørja ávirkan hetta hevði á samfelagið tá og seinni.

Ingi Sørensen fer við myndum av havsins botni at greiða frá sínum yrki sum kavari.

Húsarhaldsskúli Føroya hevur handarbeiðsframsýning týsdagin 19. februar, og framsýning verður opin frá klokkan 16 –21.

Bókaframløga - KÍ-Bókin II. bind - verður í Norðoya Sparikassa hóskvøldið klokkan 19, og Norðoya Gongufelag skipar fyri gonguferð í býnum saman við staðkendum frásøgufólki.

Helsukafé verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin 23. februar, har tú eitt nú kanst fáa mált blóðtrýst og blóðsukur, BMI og mikið annað. Fyrilestrar og heilsurenning verða eisini á skránni.

Eisini fer Dragin at hava opið skip í torravikuni.

Orð & myndir: Dávur Winther.