Forvitnislig rundkoyring

?Lokalsproytan? hjá klaksvíkingum varð herfyri borin í hvørt hús í býnum. Í áhugaverdum serblaði varð greitt frá framtíðarætlanum í samband við vegakervið í kommununi. Fyrsta stigið er longu væl ávegis, og býráðið ætlar, at rundkoyringin í hjartanum á býnum skal verða annað og meir enn eitt vegamót

Listaverkið, sum skal prýða rundkoyringina í hjartanum á Klaksvík, skal ikki bara vera eitt prýði, men eisini ein ímynd av bæði nýggjari og farnari tíð.
 Bóndahúsini í Innistovu standa beint við, og har varð øld eftir øld hildið várting, líka til tey duttu burtur fyrst í seinastu øld.
               Frá fyrndartíð og heilt upp til 1866 stóðu kirkjurnar í býlinginum í Vági, og gamla navnið á sóknini var Vág-sókn.
 
Ímynd av søgu og nútíð
 
Í miðjuni á rundkoyringini skal verða rennandi vatn og løkir. Uttanum skulu standa 4 steinar; ein fyri hvønn av gomlu býlingunum, Vág, Uppsalar, Gerðar og Myrkjanoyri-Biskupsstøð. Ætlanin er, at steinarnir skulu takast úr teimum hagapørtum, sum hoyra til býlingarnar.
               Tað eru teir báðir, Heðin Ferjá Heldarskarð og Edward Fuglø, sum vendu sær til býráðið við hugskotinum um at prýða rundkoyringina.
Tankin hjá teimum varð væl móttikin á býráðnum, og ein
arbeiðsbólkur arbeiðir nú við at samkipa alt arbeiðið, bæði tá tað kemur til útsjónd og tað verkliga.
Hugskotið um at finna steinar úr hagapørtunum eigur bóndin í Gerðum, Andras Joensen, sum eisini er við í arbeiðsbólkinum.
               Í arbeiðsbólkinum eru fleiri hugskot komin aftrat, so spennandi verður at síggja, hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út.
               Teir báðir, Heðin og Edward, siga, at prýði fyrst og fremst skal ímynda Klaksvíkina sum fiskivinnubý. Men hóast tað, rokna teir við, at fólk sjálvi fara at leggja sítt egna hugflog í, hvat tey nú einaferð fáa burturúr listaverkinum.
 
Steðgur í
 
Ætlanin var, at rundkoyringin skuldi verða liðug um miðjan oktobur, men arbeiðið liggur nú stilt. Orsøkin er, at ein telefonkaðal til stóran part av telefonsambandinum í Klaksvík liggur júst har.
               - Tann kaðalin tora vit ikki at røra, so nú mugu vit fyrst bíða, til menn frá Føroya Tele eru lidnir við sítt arbeiði, sigur Hanus Poulsen, verkfrøðingur hjá Klaksvíkar Býráð.
               Hann sigur, at listaverkið í rundkoyringini verður ikki liðugt, tá rundkoyringin alment verður tikin í nýtslu.
-         Tað arbeiði tekur sína tíð og skal gerast ordiligt, sigur hann.
Í arbeiðsbólkinum, sum skal taka sær av listaverkinum, eru: Hanus
Poulsen, verkfrøðingur, Andras Joensen frá vegadeildini, Jóhan við Neyst frá vatndeildini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, og teir báðir, Heðin Ferjá Heldarskarð og Edward Fuglø.