Forvitnislig listaframsýning í Perluni

Í morgin letur ein nýggj og øðrvísi listaframsýning upp í Perluni í Vágsbotni

Hesa vikuna verður ein spennandi listaframsýning sýnd fram í Perluni í Vágsbotni. Talan er um eina øðrvísi listaframsýning av glaslist, ið er gjørd á verkstaði í Litava.

 

- Hetta er ein listaframsýning hjá listafólkum úr Litava. Tey hava gjørt alla glaslistina her, og tey eita Remis og Indre. Tey hava eitt stórt verkstað í Litava og eru altjóða kend listafólk. Øll glaslistin á framsýningini er til sølu, sigur fyriskipari av framsýningini, Árni Brattaberg, í samrøðu við in.fo.

 

Árni Brattaberg greiðir frá, at tað er umvegis vinarlag við litavisku listafólkini, at framsýningin er komin til Føroya. 

 

- Vit í Sirri hava eitt virki í Litava, og talan er um kennskap og vinarlag ígjøgnum 10 ár, sum ger, at listaframsýningin er komin hendan vegin, sigur Árni Brattaberg. 

 

Seinasta mánaðin hevur glaslistin verið sýnd fram í Suðuroy, men nú varð hildið, at tíðin var komin til, at framsýningin skuldi sleppa framat í Tórshavn. 

 

- Seinasta mánaðin hevur framsýningin verið í Suðuroynni, og nú hildu vit, at framsýningin eisini skuldi sýnast fram í høvuðsstaðnum. Perlan er eitt væl egnað høli til slíkt høvi, sigur Árni Brattaberg at enda.

 

Listaframsýningin í Perluni letur upp í morgin klokkan 13, og síðani verður hon sýnd fram restina av vikuni frá klokkan 13-18 hvønn dag.