Framsýning
Havnarkonan, Lisbeth Mortensen, sum eftir fleiri ára útlegd í Danmark, nú er aftur í Føroyum við forvitnisligari listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, er væl nøgd við undirtøkuna, sum framsýningin higartil hevur fingið.
- Jú, her hava nógv fólk vitjað, og eg vóni at síggja nógv fólk aftrat, áðrenn framsýningin letur aftur mikudagin um 14-tíðina, sigur hon.
Við á framsýningini hevur hon málningar og skulpturar, og millum málningarnar eru einar 10 við føroyskum motivi.
- Fólk, sum hava verið inni á gólvinum, hava undrast yvir, at føroyamyndirnar eru so ljósar. Tey halda listina vera forvitnisliga og nýskapandi, sigur Lisbeth, sum hevur sand úr Sandágerði við á øllum føroyamyndunum.
Sandin, sum hon hevur arbeitt við, fekk hon vinfólk í Føroyum at taka í Sandágerði og senda sær niður til Danmarkar.
Sjálv flutti Lisbeth, sum er ættað úr Havn, til Danmarkar at búgva í 1992 og hevur bert fáar ferðir vitjað í Føroyum aftur.
- Men framsýningin fevnir um meira enn føroyamyndirnar, leggur hon dent á.
Hon ger eisini skulpturar úr ymiskum tilfari, og hon málar bæði við oljumáling, vatnlitum (akvarel) og ger oljukritstekningar og motivini eru rættiliga fjølbroytt.
Lisbeth Mortensen hevur málað málningar úr Indiu, sum eru prentaðir til postkort, har peningurin fyri søluna fer til børn í Norðurindiu. Hon stuðlar International Børnehjælp og verða á framsýningunum í Føroyum ymiskir lutir seldir til frama fyri hesi børn.
Meira kann lesast um Lisbeth Mortensen á www.lisbethmortensen.dk