"Forvitni" á veg til Mars

Amerikanska rúmdarumsitingin Nasa sendi seinnapartin eitt ómannað far út í rúmdina, og gongst sum ætlað, skal farið seta seg á gongustjørnuna Mars tíðliga í august næsta ár.

Farið, sum skal seta seg á Mars, eitt eitt serligt akfar á seks hjólum, og sum hevur fingið navnið "Forvitni". Tað skal koyra á Mars og kanna, um tað kann finna nakað tekin um, at lív kann hava verið har eina ferð í tíðini.

"Forvitni" er sett saman av allari hugsandi nútímans tøkni. Farið vigar umleið eitt tons og hevur kostað góðar 13.5 milliardir krónur at gera.

Halda útrokningarnar hjá Nasa, og einki óvæntað stingur seg upp, fer "Forvitni" at seta seg á Mars tann 5. august næsta ár. Síðani skal farið savna upplýsingar og senda vísindafólki her niðri á jørðini tær.