Forvitnið fær okkum til Føroya

-Vit vænta ómetaliga nógv av ferðini, og vit ætla at vitja øll støðini í
Føroyum, sum fólk vanliga tosa um. Fyri at fáa so nógv við sum gjørligt,hava vit valt at steðga á nakrar dagar. Tað hevði verið púra ørt at farið avstað beinanvegin, nú vit einaferð vit vitja oyggjarnar, sigur Henrik Lindgaard, sum er limur í vælumtókta danska rokkbólkinum Kashmir.

-Talan er jú um størsta rokkbólk í Danmark, og vit eru sjálvsagt ómetaliga fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa bólkin á G! Festivalin í ár.
Jón Tyril, ið er høvuðsfyrireikari av G! Festivalinum tann 16. og 17. juli, hevði ilt við dylja stóru gleðina, tá hann fyri nøkrum vikum síðani kundi kunngera, at tað loksins var eydnast at fáa vælumtókta danska rokkbólkin, Kashmir, at spæla á festivalinum í ár.
Kashmir hevur fyri fleiri árum síðan staðfest sína støðu sum eitt av fremstu rokknøvnunum á danska tónleikapallinum, og bólkurin er á gáttuni til eitt altjóða gjøgnumbrot.
Henrik Lindgaard spælir tangentar og gittar í danska bólkinum, og vit hava sett honum nakrar spurningar í samband við føroyaferðina hjá rokkbólkinum.

Gamalt ynski

Hví leitar ein av best umtóktu rokkbólkunum í Danmark sær til Føroya at spæla?

-Vit hava í fleiri ár ynskt at vitja Føroyar. Fyri nøkrum árum síðan spældu vit í Grønlandi, og tað var heilt ótrúligt. Okkum dámar væl at vitja støð, har tú vanliga ikki kemur, og sum tónleikari hevur tú ein gyltan møguleika at gera júst tað. Tað er einki yvir at dylja, at vit eru ómetaliga forvitnir um ferðina til Føroya. Tað verður ómetaliga spennandi at hitta føroyingar á máli, og at síggja tykkara frálíku náttúru. Vit gleða okkum sjálvsagt eisini nógv til at spæla.

Hvat fær ein bólkur sum Kashmir burtur úr at spæla á G! Festivalinum sammett við eitt nú Roskilde Festivalin?

-Tað er eitt sindur ilt at siga. Sjálvsagt vænta vit ikki, at G! Festivalurin verður á sama støði sum Roskilde, men vit fáa óivað nógv onnur upplivilsi í Føroyum enn á Roskilde Festivalinum. Frá einum tónleikasjónarmiði er tað nógv hugaligari at spæla á smærri støðum, tí tá fært tú beinleiðis samband við áhoyraran og stemningurin er eisini heilt øðrvísi. At spæla fyri 50.000 fólkum á Roskilde var eisini ein serstøk kensla, men samanumtikið dámar okkum best tey smærru støðini.


Vandamiklan flogvøll

Hvat kenna tit til føroyingar og føroyska samfelagið ?
-Persónliga kenni eg ikki tað stóra til føroyska samfelagið. Eg havi nógv vinfólk, sum hava verið í Føroyum, og øll tosa um, hvussu vakurt tað er har. Ein av mínum bestu vinum er í løtuni í Føroyum í samband við Jazzfestivalin. Eg kenni væl Leiv Thomsen, sum býr í Keypmannahavn og í desember mánaði spældu vit nakrar ferðir saman við Teiti, og hann tóktist verða ótrúliga fryntligur.
Eg veit sjálvsagt, at tit eru eitt oyggjasamfelag, og Tórshavn havi eg eisini hoyrt um. Eg havi eisini hoyrt, at tit hava ein flogvøll sum ikki er heilt vandaleysur, og at í Føroyum eru fleiri vakrar hellur.

Hvat vænta tit av uppihaldinum í Føroyum
-Vit vænta ómetaliga nógv av ferðini. Vit ætla at vitja øll støðini í Føroyum, sum fólk vanliga tosa um. Fyri at fáa so nógv við sum gjørligt, hava vit valt at steðga á nakrar dagar. Vit koma á middegi hósdag og fara av landinum aftur sunnudagin. Tað hevði verið púra ørt at farið avstað beinanvegin, nú vit einaferð vit vitja oyggjarnar.

Zitilites og Good Life

Hevur bólkurin nakra hóming av, hvussu nógvir Kashmir-fjepparar eru í Føroyum?
-Nei tað áni eg ikki. Eg vóni sjálvsagt, at har eru nakrir, men tað verður spennandi at síggja. Vit halda sjálvir, at vit eru eitt gott live-band, so eg ivist ikki í, at konsertin fer at eydnast væl. Eg vóni, at nógv fólk koma at lurta, so vit kunnu fáa "en ordentlig fest"
Hetta verður fyrstu ferð, at vit skulu spæla á eini strond, og tað í sær sjálvum verður ein stór uppliving.

Hvørji løg skal føroyska áhoyrarafjøldin vænta at hoyra og síggja?
-Vit fara fyrst og fremst at halda okkum til tvær teir seinastu fløgurnar(Zitilites og The Good Life, blðm) hjá okkum. Eitt lag verður av næst elstu fløguni, og eitt cover lag fara vit eisini at spæla. Tað verður Cinemon Girl hjá Neil Young. Hesa skrá hava vit spælt seinastu mánaðirnar.
Vit hava ongantíð verið tað slagið av bólki, sum DAD, ið ger nógv burturúr einum sceneshowi. Vit hava altíð fyrst og fremst hildið okkum til tónleikin, og ikki til dans og fýrverkarí. Vanliga royna vit at gera nógv burturúr ljósinum fyri at skapa ein góðan stemning, og tað ætli vit eisini at gera á G! Festivalinum, sigur Henrik Lindgaard at enda.