Ert tú troytt(ur) av, at fólk altíð sneyta kring skrivaraborðið. Kanna eftir, um tú nú gjørt títt arbeiði, ella bara vilja vita, hvar tú surfar á netinum.
Tey kunnu í øllum førum vera bæði irriterandi og yvir høvur forstýrandi fyri arbeiðið hjá tær, men nú kemur gadgets.dk við einum effektivum vápni til at halda tey burtur.
USB-Missile Launcher eitur vápnið, og við hesum kanst tú skjóta missilir eftir teimum, sum tú vilt hava burtur. Og somikið snilt er tað, at tú kanst stýra vápninum við knappaborðinum. Ritbúnaður til missil-støðina fylgir nevnliga eisini við, og tá missilin so er snarað móti málinum, er bara at trýsta á »fire«. Er ljóðið á hátalarunum eisini skrúvað upp, skriva tey á gadgets, at talan verður um eitt ordans brak!