Annika Sølvará, Stjóri fyri Granskingarráðið
--------------
Muður mælir tað, sum hjartað er fult av – og beint nú stendur at bresta her við fyrireikingum til Vísindavøkuna. Nú komið er á detaljustigið “leiga forleingjarar, tjekka at helium og kaka verður leverað til tíðina, minnast til vásaklæðir tá básarnir skulu setast upp”, nærkast av álvara at vera klárt.
Hetta er ein tann stuttligasta arbeiðsuppgávan, sum eg yvirhøvur havi havt framíhjárættin at fáast við. Frá einum rættiliga vanligum vísindaligum tiltaki við trimum fyrilestrum eitt kvøld fyri 6 árum síðani, hevur Vísindavøkan vaksið seg til eitt ovurstórt tiltak við tilboðum til stór og smá, álvara og gaman. Tað eru nógv gott við hesum tiltakinum, men tað allar stuttligasta er, at øll sum eru við, bæði luttakarar og gestir, eru so positiv. Orsøkin er eftir mínum tykki einføld. Hetta er eitt tiltak, sum gevur meining, tað byggir brýr og økir vitanina í samfelagnum. Almennu vitanina um gransking og vitanina í granskingarumhvørvinum um, hvat rørir seg í almenninginum.
Í ár er evnið Matur í víðastu merking, til búkin, sjálvsagt, tað er tað fyrsta flestu hugsa, men eisini matur til heilan, bæði bókstavliga og í fluttum týdningi. Tankin er at fáa lýst hugtakið mat úr øllum hugsandi sjónarhornum.
Ein orsøk er at nógvir granskarar í Føroyum arbeiða við mati úr ymsum sjónarhornum. Ein onnur er, at hetta er eitt evni, sum hevur stóran almennan áhuga. Er tað nakað, sum er savnandi, so er tað matur. Vit elska at eta, serliga tá vit eru saman við øðrum. Nógvan mat, góðan mat, øh, eg meini ... lekran mat. Vit seta okkum við búgvið borð, eta og tosa um mat, um hvussu gott tað er, hvussu vit ikki áttu at etið meira og fáa okkum uppá aftur.
Kjak um mat, hvat er gott og hvat er ringt, hvat er skilagott og hvat er heilsugott, finst allastaðni í dag. Um borðið, í miðlunum, í framleiðslu og so framvegis. Nógv av hesum kjaki er grundað á gransking og granskingarúrslit, men eisini á egnar royndir, fatanir og fordómar.
Okkurt av tí, sum stóð í Vísindavøkublaðnum, hevur longu elvt til heitt kjak á Facebook og aðrastaðni. Greinin um grind sjálvandi, tað er altíð hon, sum loypir øði í - fólkið. Meira og minni sakligir spurningar verða settir við granskingarúrslit og tilmæli.
Tað er ein sonn fragd at síggja kjakið, tí breiður áhugi og kjak um aktuella gransking er eitt av beinleiðis endamálunum við Vísindavøkuni. Gævi at fólk fara at sita undir fleiri av granskingarúrslitunum, sum koma fram, ikki bara í sambandi við grind, men alt møguligt, og bjóða av við spurningum av øllum handa slagi. Á tann hátt mugu granskarar kýta seg, bæði við nærlagdari gransking, við dyggum vísindaligum útgávum og við góðari og neyvari almennari kunning. Hetta styrkir alt um granskingina og vitanina.
Kjarnin í allari gransking er nettup áhaldandi at undrast, ivast, venda, snara og seta spurningar og aftur spurningar, bæði við tað ókenda og við fyribils svarini.
Gransking gevur vitan. Vitan er vald. Vitan skapar gróðrarbotn fyri vøkstri. Eitt gamalt orðatak sigur at Sjáldan er er forvitin fegin. Hetta haldi eg er fjas, eg haldi beint øvugt, at Forvitin er fegin!










