Forvirringurin kann gerast størri

Eg fari at royna at greina hetta eina ferð afturat, tí Rolf Guttesen sigur seg enn ikki skilja tað (viðm. í Sosialinum 8. sept. 2009).

Orsøkin til, at eg skrivaði fyrsta lesarabræv mítt, var tann, at eg vildi vísa á, at um vit broyttu stavraðið, so fór tað at fáa avleiðingar fyri skriftmálið. Sum nevnt hava vit í nógv ár lagað fremmandaorð og tøkuorð til okkara stavrað, og tískil er ein ørgrynna av slíkum tillagaðum orðum í málinum. Men sum tey, ið fáast við at týða, rættlesa o.a. vita, koma alsamt nýggj orð inn í málið, eitt nú í sambandi við frøðiligar ella tøkniligar tekstir, kunngerðir og lógartekstir, men orð kunnu eisini stinga seg upp á fyrsta sinni í matuppskriftum, skúlabókum, skaldsøgum, tíðindaskrivum o.ø. Hetta er nakað, ið tey fæstu gera sær far um, men sum tey, ið hava málsligt arbeiði um hendur, vita av og stríðast við. Og fyri at vit kunnu gera okkara arbeiði til lítar, mugu vit hava eina stavsetingarliga regluskipan at halda okkum til. Annars fáa vit ikki umsitið málið. Hetta vildi eg gera vart við, so fyrilit kundi havast fyri hesum í viðgerðini av málinum.

 

Tann leistur, ið vit hava havt, byggir á føroyska stavraðið, og hann verður fyrst og fremst umsitin av Málstovuni, ið hevur um hendur almennu málrøktina. Frammanundan var tað Málstovnurin við Jóhannesi av Skarði á odda, ið tók sær av málrøktini, og hesin stovnur bygdi á tað sama grundstøðið, so hetta hevur langar røtur. Sjálvt um vit – tíverri – ikki hava eina lógarfesta rættskrivingarorðabók, so halda vit okkum til ta regluskipan, ið er grundstøðið, og til tær orðabøkur, ið eru tøkar. Men sigast má, at ein rættskrivingarorðabók saknast.

 

Sjálvt um tú hevur eina aðra meining enn tey, ið greiddu Heimsatlasið úr hondum, so hevur tann almenni stovnur, ið hevur tikið sær av hesum, ein lógarfestan myndugleika til tess (sí www.skulabokagrunnur.fo), og til hjálpar í arbeiðinum var almenna Málnevndin, ið eisini hevur ein lógarfestan myndugleika til tess (sí Reglugerð fyri Føroysku málnevndina, www.fmn.fo). Tískil snýr tað seg ikki um at vera samdur ella ikki samdur. Hesir stovnar hava myndugleika til at útinna sítt starv. – Fyri at venda aftur til Heimsatlasið, so verður tað nýtt á øllum skúlum og nógvum skrivstovum o.tíl., og tískil verður “forvirringurin” uppaftur størri, ikki minst hjá teimum ungu, um vit ikki halda okkum til tann leist, ið er í Heimsatlasinum, men fara at stava landanøvn o.a. á ymsan hátt.

 

Snýr tað seg um fólkanøvn, so er tað tann almenna navnanevndin, ið umsitur tey og hvussu tey skulu stavast.

 

Viðvíkjandi skriftmálinum, so er tað ikki tann einstaki, ið ger av, hvussu orð skulu stavast. Soleiðis er tað ikki í øðrum londum, og hví skal tað vera soleiðis her? Tað er ein ávísur regluskipaður leistur, ið vit øll mugu laga okkum eftir.

 

Niðurstøðan er tískil, at tað hvørki er Rolf Guttesen ella eg, sum avgera hvussu orð og nøvn skulu stavast.