Forvenjing til kórstevnu


 

Árliga kórstevnan verður í ár hildin í Vestmanna í Kristi Himmalferðarvikuskiftinum. Høvuðskórleiðari verður Seppo Murto úr Finnlandi.

Høvuðsverkið verður Te Deum eftir finska tónaskaldið Kaj-Erik Gustafsson. Eisini varða sungnir bæði føroyskir og útlendskir kórsangir. Fyri at lætta um arbeiðið á stevnuni skipar Kórsamband Føroya fyri venjingum frammanundan.

Sunnudagin verður seinna forvenjingin á felagsskúlanum á Oyrabakka frá klokkan 14.30 til 17.30.