Maður álopin uttanfyri hotell í Havn

Politiið arbeiðir í løtuni við einum harðskapsmáli, sum hendi uttan fyri eitt hotell í Havn í gjár. Handtikni maðurin skal møguliga grundlógaravhoyrast

Í gjárkvøldið bleiv ein persónur álopin uttan fyri eitt hotell í Havn. Ein persónur er handtikin í málinum, men møguliga vóru fleiri við.

 

Men politiið hevur ikki verið í holt við handtikna mannin enn, tí fyrst skulu vitni avhoyrast. Hesum arbeiðir politiið við í morgun.

 

Málið er so mikið álvarsligt, at tað møguliga kann enda við grundlógaravhoyring.

 

– Vit hava ikki tikið støðu til tað enn, sigur vaktleiðarin hjá politinum og vísir á, at her skulu tey umhugsa, í hvønn mun tað er neyðugt at varðhaldsfongsla hann.

 

Persónurin, ið bleiv álopin, hevur fingið eitt sindur av snuddum, men annars ikki nakað heilt alvorligt. Viðkomandi hevur verið á skaðastovuni.