Nú er tað greitt, at hósvíkingar fáa møguleikan at taka lut í FM kappingini, sjálvt um teir sunnudagin fyri knøppum tveimum vikum síðani mistu spildurnýggja bátin, sum Sámal Hansen hevði smíðað fyri teir. Báturin gjørdist vrak, tá ið hann feyk av bilinum, sum var á veg til bygdastevnuna á Skála við honum.
Í Vestmanna eiga teir eitt 6-mannafar, sum eitur Fortuna. Teir fara ikki at rógva við tí í summar, og nú hava teir í Hósvík fingið møguleika at venja og rógva við Fortunu.jh