Fortelur suðuroyingum um kvinnur í politikki

Leygardagin fer Óluva Klettskarð úr Klaksvík at halda fyrilestur í Suðuroy um kvinnur í politikki í Føroyum.

Leygardagin 10. apríl fer Óluva Klettskarð at halda almennan fyrilestur undir heitinum ?Kvinnur í politikki í Føroyum?.

Tað er kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar, sum skipa fyri fyrilestrinum, ið verður á Pubbini á Tvøroyri leygardagin klokkan 17.

Óluva býr í Klaksvík, hon er cand. mag. í søgu, føroyskum og í bókmentum, og er lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali og HF-skeiðnum í Klaksvík.

Hon er akkurát blivin forkvinna í aðalstjórnini í Tjóðveldi og hevur hevur í fleiri umførum, verið varafólk á tingi. Eitt stutt skifti var hon eisini landstýriskvinna í mentamálum. Somuleiðis er hon býráðslimur í Klaksvík. Óluva hevur skrivað partin um ?Konufólk á tingi? í Løgtingssøguni, sum er komin út í trimum bindum.