Fyrsti parturin av podcastinum Tann heimleysi kærleiki, ið ungu kvinnurnar Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv framleiða, varð um vikuskiftið lagdur út á netið.
Podcasturin er framleiddur fyri at skapa eitt rúm, har tað ber til at tosa og upplýsa onnur um sorg. At júst tær báðar eru farnar undir ein slíka podcast botnar í, at báðar tvær hava upplivað at missa foreldur í ungum aldri.
Pápi Ester Kristiansen og Døgg Nónsgjógv doyði, tá tær báðar vóru heilt ungar, og fyri tveimum árum síðani misti Ester Kristiansen eisini mammu sína. Ester Kristiansen var júst vorðin mamma sjálv, tá boðini komu, at mamman hevði fingið krabbamein, og sorg hevur tí verið ein partur av gerandisdegnum hjá teimum báðum.
- Fyrsti parturin er ein innleiðandi partur, har vit báðar fortelja okkara søgu. Vit tosa um okkara sorg, tankar og kenslur. Hvussu sorgin var tá og hvar vit eru nú, greiðir Ester Kristiansen frá.
Í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin fyri nøkrum vikum síðan søgdu tær báðar, at tær vóna at røkka fólkum, ið hava tørv á at tosa um hetta.
- Hetta er kanska ein góður máti at fanga tey, ið hava tørv á tí. Vit tosa ikki so nógv um sorg til gerandis. Tað er ikki tabu upp á sama máta, sum tað hevur verið, men vit tosa ikki nógv um tað, hóast sorgin er har. Har eru jú nógv fólk, ið føla sorg allatíð, søgdu tær við Vikuskiftis-Sosialin.
Til ber at hoyra podcastin við at trýsta á her.
<iframe width="100%" height="300" scrolling="no" frameborder="no" allow="autoplay" src="https://w.soundcloud.com/player/?url=https%3A//api.soundcloud.com/tracks/698313769&color=%23ff5500&auto_play=false&hide_related=false&show_comments=true&show_user=true&show_reposts=false&show_teaser=true&visual=true"></iframe>