Fortelja nýtt úr Cambodia

Í summar vóru fleiri føroyingar á vitjan í asiatiska landinum Cambodia. Sunnukvøldið verður høvið at hoyra meiri um hetta kenda landið í Meinigheitshúsinum í Havn Á møtinum fer eitt føroyskt toymi, sum í summar vitjaði hetta áður so krígsherjaða landið, at skipa fyri møtinum.

Her fara tey at siga frá ferðini, tá tey m.a. vitjaðu ta kirkjuna í landinum sum Heimamissiónin samstarvar við.

Høvi verður at hoyra nógv meira um Kambodja og missiónsarbeiðið har, men eisini um tað at fara út við einum toymi í nakrar vikur.

- Eftirhondini hava nógvir føroyingar verið uttanlanda fyri at boða gleðiboðskapin og geva eina hond til ymiskt praktiskt arbeiði.

- Hetta hevur eydnast sera væl og er áhugin vaksandi fyri hesum, verður sagt.

Møtið í Meinigheitshúsinum byrjar kl. 18.