Sunnudagin skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi í Gøtu.
Fundurin verður í kjallaranum í kirjuni í Gøtu sunnudagin klokkan 15 og hann verður hildin í sambandi við, at altjóða diabetisdagur er næsta hósdag 14. november.
Á fundinum fer Kristiana Rein, formaður í diabetesfelagnum, at siga frá um diabetes, insulin og um nýggju diabetesheildarætlanina fyri Føroyar.
Durid Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, fer at greiða frá virkseminum á diabetesambulatoriinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Henning Bøgesvang, prestur, heldur fyrilestur við heitinum “Hvat er eitt gott lív?”.
- Diabetessjúkan er álvarslig sjúka og í Føroyum eru fleiri og fleiri, ið fáa sjúkuna, sigur Kristianna Rein.
Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur sagt, at diabetessjúkan er ”ein spakuliga vaksandi hóttan móti fólkaheilsuna”.
- Hetta er ikki at gera ov nógv av, tí sjeynda hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes onkustaðni í heiminum, sigur Kristianna Rein.
- Í dag hava 371 milliónir fólk í heiminum diabetes, harav 90 % diabetes-typu 2. Hetta svarar til 8,4% av øllum heimsins íbúgvum.
- Nýggjar kanningar vísa, at í Føroyum hava um 3000 fólk diabetes. Í 2012 doyðu 4,8 milliónir fólk av diabetes, sigur Kristianna Rein.
Hon vísir á, at hvørt ár doyggja fleiri fólk av diabetes enn av hiv/aids.
- Tað er ein veruleiki, sum hevur verið við at geva sjúkuni navnið ”hin stilli dreparin”, sigur Kristianna Rein.