Fortaldi fólki góð tíðindi

Fólkið hevur eisini uppiborið at hoyra, tá ið tað gongur væl, sigur borgarstjórin í Vestmanna

- Vit halda, at fólkið hevur eisini uppiborið at frætta, tá ið tað gongur væl!

 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.

 

Í gjárkvøldið kallaði hann øll starvsfólkini hjá Vestmanna Kommunu á fund.

 

Tað plagdi vera tekin um kreppu og ófrættatíðindi og tað var eisini tað, summi í Vestmanna, sum stúrdu fyri.

 

Men tað var ikki hesa ferð - tvørtur ímóti.

 

Orsøkin til, at vit kallaðu fólkið á fund, var fyri at fortelja teimum, at tað hevur gingið betur hjá kommununi í seinastuni, sigur borgarstjórin.

 

- Í fyrrárið sansaði at hjá kommuni og vit vórðu noydd at seta sparingar í verk í fjør sigur hann.

 

Í stuttum vóru sparingarnar tær, at allur rakstur, sum yvirhøvur toldi tað, varð skorin 20 prosent, umframt at aðrar sparingar vórðu settar í verk.

 

Men í fjør gekk aftur væl betri enn væntað hjá kommununi.

 

- Vit fingið væl meiri inn í skatti enn væntað. Tilsamans fingu vit 35,8 milliónir inn í skatti í fjør og tað eru 1,4 millión meiri enn í 2012.

 

Tilsamans hava vit eina millión í avlopi á fíggjarætlanini í fjør og tí hildu vit, at tað var rætt, eisini at kunnað starvsfólkið um tað.

 

Hann sigur, at sparingarnar fara kortini at standa við í ár.

 

Men næsta ár er nýggja ellis- og røktarheimið goldið og samstundis fer kommunan aftur niður um eina skattaálíkning í skuld.

 

Kommunur kunnu ikki skylda meiri enn eina álíkning, so tá ið vit koma niðurum, fáa vit aftur fríari fíggjarligar ræsur, sigur Pauli T. Petersen.

 

Hann sigur at á fundinum við starvsfólkið í gjárkvøldið, kunnaði kommunan eisini um, hvørji tiltøk, kommunan ætlar at skipa fyri í ár.

 

Og tað eru nógv tiltøk av øllum handa slagi, sum eru á skrá, bæði vár- og heysttiltøk, konsertir, vestmannadagar, eldradagar, barna- og ungdómstiltøk, fyrilestrar, heilsudagar, jólatiltøk og annað, sum ætlanin er at fyriskipa, sum árið líður.