Nú fríggjakvøldið kl. 20:30 skipa SANDS KOMMUNA og UNGMANNAFELAGIÐ VIRKIÐ fyri einum forvitnisligum kvøldi í Virkinum heima á Sandi.
Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni, fer at hava framløgu um tey fornminni, sum eru komin undan kavi undir Junkarinsfløtti og Høgnamørk, og um tey sera áhugaverdu og forvitnisligu úrslitini, ið longu fyriliggja aftan á innleiðandi kanningarnar, ið Fornminnisavnið seinasta summar gjørdi saman við altjóða granskingarliði.
Úrslitini verða mett í høpi saman við úrslitunum frá kanningum undanfarin ár í kirkjuni og við kirkjustaðin, ið saman mynda eitt einastandandi fornminnaumhvørvið.
Møguleikar fyri framhaldandi rannsóknum í Junkarinsfløtti í einum altjóða samstarvi, ið uttan iva fara at vera av stórsta týdningi fyri Føroya søgu, fara at verða umrøddir.
Røtt fer at verða um, hvussu fornfrøðin og upplýsingar um lokala søgu saman við ætlanum um tiltøkum innan ferðavinnuna o.ø. vinnufremjandi tiltøkum, so sum laksaveiðu, o.ø, kunnu menna Sandoynna.
Eisini tilstaðar verða umboð fyri VINNUFRAMAGRUNNIN, FERÐARÁÐ FØROYA, GRANSKINGARGRUNNIN, OLJUMÁLASTÝRIÐ og MENTAMÁLAGRUNNIN.
Í ferðavinnuhøpi verður ein framløgu um altjóða verkætlanina ?Søguslóðir?. Mett verður, at henda verkætlnin kann hava stóran týdning fyri søguliga ferðavinnu.
Leskidrykkir frá Restorffs verða bjóðaðir undir tiltakinum.
Øll eru vælkomin!









