Í viðtalu við Hermann Oskarsson aðrastaðni á síðuni, fýlist formaðurin í Búskaparráðnum á, at neyðugu tillagingar í samband við blokkniðurskurðin ikki vórðu framdar av undanfarnu samgongu.
Hermann vísir á, at almennu útreiðslurnar lækkaðu ongantíð í tráð við mistu inntøkurnar, tá blokkstuðulin 1. januar 2002 varð skerdur við 366 mio. krónum.
Karsten Hansen stóð á odda fyri fíggjarpolitikkinum, tá blokkstuðulin varð skerdur farna samgonguskeið og vit hava sett honum spurningin, hví neyðugu tillagingarnar ikki vórðu gjørdar í samband við niðurskurðin.
-Tú kanst møguliga siga, at niðurskurðurin ikki varð fylgdur nóg væl upp. Tú mást eisini minnast, at vit hingu upp á eitt eftirsleip frá undanfarnum samgongum, har ongar íløgur og lønarhækkanir vóru framdar. Vit hingu tískil upp á ein stóran íløgutørv og lønarhækkanir, sum ikki gjørdi tað lættar at skerja í almennu útreiðslunum, svarar Karsten Hansen.
Íløgurnar sum fyrrverandi Fíggjarmálaráðharrin sipar til eru millum annað Landsjúkrahúsið, Smyril og ikki minst eldraøkið.
Tað var væl ikki eitt eftirsleip at økja talið av aðalstýrum?
Nei tað er rætt. Tað var ein politisk avgerð og sum flestum kunnugt ein politisk telving millum samgonguflokkarnar, sigur hann
Verri enn væntað
Seinastu vikurnar er komið fram í ljósmála, at fíggjarlógin fyri 2004 fer óivað at geva undirskot. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin úr Klaksvík hevur funnist at nýggju ABC-samgonguni fyri bara at lata standa til og ikki taka neyðugu stigini til fáa fíggjarlógina at javnviga. Hann heldur tað er ógvuliga vandamikið at gera støðuna verri enn hon er.
- Vit hava í dag eina niðurgongd, men tað er ikki óvanligt, at lond av og á hava ring ár. Samgongan hevur tosað um at lata standa til, men tað vænti eg kortini ikki teir fara at gera, sigur Karsten Hansen.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin vísir á, at búskaparliga niðurgongdin er
væl verri enn væntað. Hann sigur, at hevði undanfarna samgongan vita, at niðurgongdin kom so brádliga, høvdu átøk óivað verið gjørd.
-Eingin hevði forútsæð hesa gongdina. Kreppan í alivinnuni gjørdist nógv kraftigari enn bæði peningastovar og alararnir sjálvur høvdu væntað, sigur hann.
Rætt
Karsten Hansen er ikki ein løtu í iva um, at tað var ein røtt avgerð at skerja blokkin við 366. mio. krónum. Hann heldur hinvegin, at skerjingin skuldi verið gjørd áðrenn 2002.
Ikki heilt óvæntað sigur tjóðveldistingmaðurin seg vilja arbeiða fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi.
Blokkurin er ein sovipúta. Skerdu vit ikki blokkin tá, beri eg ótta fyri, at long tíð var fráliðin, áðrenn endaliga stigið varð tikið. Blokkurin skal burtur, tí vit skulu jú klára okkum sjálvi, sigur Karsten Hansen at enda.