George W. Bush, forseti, hevur havt ilt við at manna tann seinasta tóma sessin í hægstarætti, og tað er heldur ikki líkt til, at hansara seinasta evni sleppur ígjøgnum nálareygað. Í øllum førum verður tað trupult.
Hesaferð hevur Bush skotið upp at velja dómaran Samuel Alito í hægstarætt, men í sambandi við tilnevningina er ein umsókn, sum Alito skrivaði fyri 20 árum síðani, komin undan kavi. Ta ferðina søkti hann eitt løgfrøðistarv í umsitingini hjá Ronald Reagan, forseta. Har skrivaði hann millum annað, at eftir hansara meting hava amerikanskar kvinnur ikki krav upp á fosturtøku.
Samuel Alito fekk starvið, sum hann søkti tá, men nú kann innihaldið í umsóknini forkoma møguleikum hansara at gerast dómari í hægstarætti, skrivar AP. Stuðlar hansara vísa á, at umsóknin er 20 ára gomul, og at innihaldið tí ikki eigur at skaða møguleikar hansara í dag. Men tey, sum eru ímóti, at hann verður tilnevndur, siga, at innihaldið júst staðfestir løgfrøðiligu hugsjónirnar hjá honum, og at tær eru óhóskandi fyri ein hægstarættardómara.
Senatið skal í januar taka støðu til, um Samuel Alito er egnaður at vera dómari í hægstarætti.