ForSylla’ir klaksvíkingar

Sylla varð stóra hetjan hjá B36, tá hann syrgdi fyri málunum, sum góvu uppiborna finalu-sigurin á KÍ. Klaksvíkingar høvdu ikki sín besta dag, og tað var í veruleikanum bert fyrsta korterið, at teir bitu frá sær

Fótbóltur

Tað líktist endanum á heimsins longstu steypakapping, tá B36 og KÍ fóru á vøllin leygardagin. Hálvan triða mánað eftir, at finalan upprunaliga skuldi verið avgreidd, kundi løgmaður sessast at hyggja at, hvørjum parti hann skuldi handa steypið.

Kontramaskinan startaði ikki
Og talan gjørdist um eina hampuliga undirhaldandi finalu, har serstakliga havnarliðið kundi vera væl nøgt um sítt íkast til dystin.
Fyrstu løtuna var tað annars KÍ, sum stóð seg best. Teir royndu heilt greitt at endurtaka uppskriftina, sum fyrr í ár gav ein knúsandi 5-1 sigur á B36 í Gundadali, og við kvikum kontra álopum royndu teir at taka luftina úr B36-trýstinum. Tað var eisini um at geva úrslit, men hvørki Christiain Lundberg ella Hjalgrím Elttør vóru nóg neyvir við seinastu sendingini, tá teir høvdu møguleikan, og spakuliga settist B36 alt meira á dystin.
At hetta læt seg gera, komst serstakliga av tveimum orsøkum.
Í fyrsta lagi megnaðu teir at trýsta KÍ-miðvøllin langt aftur á vøllin, og tí var frástøðan niðan á mótstøðuhálvuna aloftast ov langt, tá KÍ skuldi royna at fara í mótálop. Aloftast gjørdist talan um langar og høgar bóltar, sum gjørdu arbeiðsumstøðurmar hjá áleyparunum truplari enn gott var.
Og í øðrum lagi tóktist, sum var KÍ-liðið stillað dekan ov varliga til dystin. Serstakliga var Christian Lunberg drigin langt aftur á vøllin, og tí var Paul Clapson sera einsamallur, tá bóltar vórðu sendir niðan. Og umgyrdur av Klæmint Matras og Herbert í Lon Jacobsen var ikki tað heilt stóra, sum kropssterki bretin fekk gjørt við truplu bóltarnar.

Tvey brotsspørk
Tað tók tó sína tíð, áðrenn B36 fekk hol á. Væl arbeiðandi og reikandi Santos á miðvøllinum var atvoldin til fleiri gjøgnumbrotsroyndir móti KÍ-málinum, men tann heilt stóri møguleikin kom tó ikki, fyrr enn klokkan var farin um fyrstu trý korterini. Tá eydnaðist brasiliumanninum at vinan bóltin av Heðin á Lakjuni, og tá hann sendi ein djúpan bólt til Sylla, varð Atli Danielsen dømdur fyri at hava hondina í rygginum á kvika B36-framherjanum.
Brotssparkið sendi Fróði Benjaminse flatt í netið, og so var hýrurin í toppi hjá B36, tá farið varð til hálvleiks.
Tað var hann tó ikki serliga leingi. Klaksvíkingarnir høvdu alla orsøk at hanga við høvdinum, tá teir fóru inn, men eftir bara tveimum minuttum var javnvág aftur í. Hesa ferð varð Bergur Midjord dømdur fyri at taka hondina til hjálpar eftir KÍ-horna, og so slapp Atli Danielsen at royna seg úr 11 metrum. Ein uppgáva, sum hann loysti ósvikaliga trygt.

Spurningur um tíð
Men málið gav nú ongan tíð klaksvíkingunum tað sjálvsálit og dirvi í spælið, sum tað kanska átti at gjørt. B36 setti støðugt enn meira ferð á, og álopini mest sum skolaðu oman yvir illa sperdu KÍ-verjuna. Ein útskifting av illa upplagda Sinisa Jovanovic við væl stríðandi Høgna Madsen munaði ikki tað stóra, og sum dysturin leið, so tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn B36 skoraði. Ikki tí at møguleikarnir vóru so nógvir, men trýstið gav nógvar spentar støður við sær, og tí var væntandi, at ein bóltur fyrr ella seinni endaði hjá einnum væl B36’ara í góðari skotstøðu.
Og tað hendi so eisini, tá seks minuttir vóru eftir at spæla. Í aðru atløgu eydnaðist Bergi Midjord at stúta bóltin inn um KÍ-verjuna, og so sýndi Sylla enn einaferð, at hann telist millum kvikastu spælararnar í landinum. Hann streyk inn um verjuna, tamdi við bringuni og smekkaði bóltin í kassan til 2-1 til árstalsfelagið.

Uppiborið
Málið avgjørdi dystin, og tað var eisini tað, sum B36 hevði uppiborið. Sigurin ber við sær, at árstalsfelagið eisini komandi ár skal spæla í Europa, har tað hesa ferð verður í UEFA-Cup, at teir skulu royna seg.
Tað agnið átti helst at viðført, at klaksvíkingarnir vóru meira tendraðir til uppgávuna, men onkursvegna tóktist, sum kom liðið ongan tíð heilt upp í snúningar leygardagin. Tí fáa heldur ikki teir gjørt stórvegis viðmerkingar til, at tað nú verður Toto-Cup, sum teir skulu medda eftir. Tað stigið kann tryggjast longu týsdagin, tá teir spæla á heimavølli móti GÍ. Men stóri spurningurin er helst, hvørt teir longu tá hava reist seg eftir vónbrotið leygardagin. B36 hevur tá heimadyst móti Skála, men hann er nú langt ífrá so týdningarmikil, sum hann annars vildi verið. Og tí er lítil ivi um, at leygarkvøldið varð nýtt til at feira sigurin, sum hóast alt bjargaði kappingarárinum fyri teirra viðkomandi.