- Eg havi ikki lisið nýggjastu frágreiðingina, so eg veit ikki, hvat Moody´s sipar til.
Tað sigur Janus Petersen um grundgevingarnar, sum ratingfyritøkan Moodys hevur fyri at lækka ratingina av føroyka bankanum.
Í nýggju metingini av Bank Nordik stendur millum annað, at føroyski bankin er viðbrekin fyri hendingum í útlandinum. Tí lækkar langsiktaða ratingin frá Baa1 til Baa2, meðan metingin av fíggjarliga styrkini lækkar úr C- til D+, skrivar Børsen.
Føroyski bankastjórin tekur tað ei heldur so tungt, at Moody´s lækkar ratingina.
- Tað, at vera rataður, er gott sum útgangsstøði. Vit hava einki ímóti, at tey seta karakter á okkum. Men tað hevur ikki ávirkan á okkara bankavirksemi, sigur Janus Petersen við Rás 2.
Forstjórin vísir á, at hendan ratingin er meiri eitt tekin um, at Moodys hevur mist nakað av álitinum á bankapakka trý.
Rating-lækkanin av donsku peningastovunum ger tað dýrari hjá teimum at lána pening á altjóða fíggjarmarknaðunum, og tað merkist í síðsta enda hjá viðskiftafólkunum, sum hava lán í bankunum, skrivar børsen.dk.
Men sambært Janus Petersen kemur hetta ikki at ávirka kundan hjá BankNordik.
- Vit hava ikki brúk fyri at læna frá øðrum bankum, sigur Janus Petersen, sum vísir á, at samlaða innlánið er hálva aðru milliard størri enn útlánið.
Janus Petersen væntar, at BankNordik fær eina betri rating næstu ferð, eftir at bankin hevur keypt Amagerbanken.










