Jenis av Rana, formaður Miðflokksins setir broyting av forsorgarlógini sum eitt av aðalmálunum hjá nýggju samgonguni.
-Vit kravdu ikki familjumálaráðharran fyri at sita hendur í favn og hendan lógin má broytast, tí tað eru mong, sum ikki kunnu liva samam ógift av reint moralskum grundum. Fyri hesi er tað ógvuliga órættvíst at hava eina forsorgarlóg, sum ger so stóran mun á giftum og ógiftum, sigur Jenis av Rana.
-Vit fara í samgonguni at gera eina heilt nýggja sosiallóggávu og tá skal hesin órættur fáast av vegnum. Vit fara at arbeiða hart í samgonguni fyri at fáa trupulleikan upp á pláss, sigur Jenis av Rana.