Ingrid S. Henriksen, valevni hjá Javnaðarflokkinum
------
Beint fyri jól í 2010 varpaði útvarpið ljós á eitt privat sosialt hjálpartiltak, sum hevði heitið “Í menniskjum góður tokki”. Hetta jóla-hjálpartiltak varð sett í verk at royna at útvega hjálp til jólahøgtíðina til fíggjarliga og sosialt illa staddar einstaklingar og húski, so tey eins og øll onnur kundu halda jól við jólamati og øðrum, ið hoyrir jólunum til. Uml. 1200 fólk søktu um jólahjálp. Úpplýst varð, at fleiri teirra, ið søktu um jólahjálp, vóru illa fyri og bert fingu døgurða tríggjar ferður um vikuna og summi søgdu, at tey bert fingu døgurða einaferð um vikuna, tí tey áttu ikki pening at keypa mat fyri. Fleiri teirra, sum sum søktu um jólahjálp, søgdu, at tey máttu leita sær hjálp frá familjuni, tí ongin hjálp var at fáa frá Almannastovuni. Sosiala hjálpartiltakið vísti, at peningaliga sperd verkafólk, sum eru vorðin langtíðarsjúk ella langtíðararbeiðsleys mugu liva í fátækradømi ikki bert á jólum, men alt árið, tí nøktandi uppihaldshjálp ikki fæst frá Almannastovuni.
Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini er við árunum vorðin alt ov lág og er onki gjørt frá politiskari síðu at hækka hesa uppihaldshjálp seinastu mongu árini, heldur ikki fyri árið 2011, - hetta eisini sjálvt um ovasta leiðsla á Almannastovuni á sumri 2010 gjørdi vart við, at uppihaldshjálpin var alt ov lág, og at uppihaldshjálpin átti at hækka munandi. Leiðslan á Almannastovuni vísti á, at uppihaldshjálpin til gift átti at verða hækkað við 1.359 kr. um mánaðin og uppihaldshjálpin til støk átti at hækka við 1.710 kr. um mánaðin (víst varð á, at veitingarnar áttu at vera á sama støðið sum grundupphæddirnar í fyritíðarpensjónini).
Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini ikki hækkað seinastu 12 árini
Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini, ið er ætlað til mat, klæðir og leysar útreiðslur er ikki hækkað seinastu gott og væl 12 árini (síðan februar 1999). Hetta hóast prísirnir á mati, klæðum og øðrum vørum sambært Hagstovu Føroya eru hækkaðir við uml. 25% sama tíðarskeið. Og miðal lønarvøksturin á almenna arbeiðsmarknaðinum síðan 1999 hevur verið uml. 42-45%.
Fólk, sum fáa forsorgarhjálp, mugu sum er liva í fatækradømi
Fólk, ið fáa forsorgarhjálp, eru í flestu førum verkafólk, ið hava mist inntøkugrundarlag sítt, tí tey eru vorðin langtíðarsjúk ella langtíðararbeiðsleys ella annað tílíkt, sum hevur gjørt, at tey ikki kunnu vinna pening til lívsins uppihald. Fáa tey ikki hjálp frá sínum nærmastu, noyðast tey snøgt sagt at liva í fátækradømi í okkara “vælferðarsamfelag”. Føroyska samfelagið má ásanna, at politiskt ásetta uppihaldshjálpin, er púra útholað og røkkur als ikki til mat, klæðir ella aðrar gerandisvørur.
Javnaðarflokkurin, ið er sosialistiskur flokkur, eigur sum skjótast at koma við lógaruppskoti at hækka uppihaldshjálpina í forsorgarlógini heilt munandi, so føroyingar, ið eru raktir av langtíðarsjúku ella langtíðararbeiðsloysi ikki longur verða noyddir at liva í fátækradømi, men kunnu fáa nøktandi hjálp til undirhalds gjøgnum okkara sosiallóggávu.
Milliónerskattur at tryggja okkara grundleggjandi vælferð
At fíggja henda alneyðuga bata á almannaøkinum eigur at verða ásett, í okkara skattalóg, at tey, ið hava sera høgar inntøkur skulu gjalda serstakan skatt “milliónerskatt”. Sosialistiski Javnaðarflokkurin má tryggja, at tað verða tey við hægstu inntøkunum, sum skulu bera tyngstu skattabyrurnar, at tryggja øllum borgarum eina tilveru uttan fátækradømi.
Tórshavn, hin 2. juni 2011