Turið Jacobsen
Var mánakvøldið til tiltakið í Miðlahúsinum, har tveir alternativir løgmenn hildu løgmansrøðu um forsorg. Nógv gott fólk var samankomið og nógv gott varð sagt. Sum tey flestu, sum høvdu orðið, gjørdu vart við, var nógv av hesum sagt og skrivað fleiri ferðir áður.
Sjálv eri eg ergoterapeutur, varði av einum við menningartarni, havi sitið í starvsnevndini hjá Javna, verið stuðul hjá barni við breki, arbeitt á Hjálpartólamiðstøðini (HTM), á ellisheimi og nú sum økisterapeutur í heimarøktini. Havi stóran áhuga í rehabilitering og habilitering og royni at fylgja við í tí, sum rørist innan økið í londunum rundanum okkum. Haldi meg eisini hava fingið hampiliga gott innlit í nógv av tí, sum fyriferst innan økið her heima hjá okkum.
Ein partur av kjakinum mánakvøldið var, at neyðugt er við samskipara - sosialráðgevara - sum skal samskipa tilboðini frá tí almenna til fólk við breki. Jú, tað er rætt, hetta hevur fleiri ferðir verið frammi áður. Men her manglar nakað centralt. Fyri at ein sosialráðgevi skal kunna samskipa tænasturnar hjá tí almenna, má tað almenna vita, hvat tænasturnar ganga út uppá og hvat endamálið er við teimum. So leingi sum fakfólkini, sum veita tær tænasturnar, sum almannaverkið umsitir, ikki starvast innan tað almenna og hava ábyrg fyri tí fakliga innihaldinum, kann tað almenna ikki hava hesa vitanina og sosialráðgevarin kann ikki skapa heildina, sum tørvur er á.
Júst hetta skapar ónøgd - serliga innan barnaøkið er ónøgdin stór, hóðast sum er stórar upphæddir verða nýttar til viðgerðir innan- og uttanlands, stuðlar, hjálpartól v.m. Kann hugsast, at trupulleikin ikki so nógv stendst av, at hesi ikki sleppa í viðgerð og fáa aðrar tænastur, men kanska heldur mátin tænasturnar verða lætnar uppá ...?
Jú, ofta verður kjakast um viðgerðartilboð til fólk við breki og tykist viljin hjá øllum, sum varða av teimum, vera stórur at bøta um tænasturnar. Ein afturvendandi forðing fyri, at tørvurin hjá menniskjum við breki verður nøktaður innan tær einkultu skipanirnar, hevur verið, at ávísir fakbólkar í stóran mun hava "átt" ávísar skipanir, onkrastaðni pedagogar, onkrastaðni sjúkrarøktarfrøðingar og aðrastaðni aðrir fakbólkar.
Fólk við breki hava ymiskar tørvir, tað verði seg kropsligar, sálarligar, pedagogiskar, sosialar. Tey skulu tí hava atgongd til fakbólkar við vitan innan hesi øki í teimum skipanum, sum varða av teimum, so at hesir fakbólkar eisini skulu kunna samstarva fyri at stuðla teimum í at fáa eina so mennandi, virkna og virðiliga tilverðu sum gjørligt. Hetta er grundarlagið fyri at tryggja eitt nøktandi fakligt støði og breiða fakliga menning innan tær einkultu skipanirnar. Ikki minst er hetta eisini ein fortreyt fyri at vit skulu hava nakran møgulleika at teljast millum fremstu lond í 2015 innan tilboð til fólk við breki.